Tær fyrstu svimjikappingarnar við olympisku summarleikirnar verða í morgin. Skotin av føroyskari ætt, David Carry verður eisini millum tey, sum skulu royna seg. David Carry tekur lut í stafettini 4 x 200 metrar frí. Sambært BBC verða svimjikappingarnar millum kl. 11.30 og 14.30 í morgin