David greiðir frá um rovaran á Mars á Torradøgum

Rógva afturá aftur Torradagarnar - Hvussu gongur á Mars? Fjarstýrdi rovarin, Perseverance, hevur nú verið eitt ár á reyðu gongustjørnuni.

 

Hvussu gongur á Mars?

 – Leygardagin 9. apríl kl 15.00 í Miðhøllini á Skúlatrøð

Havnamaðurin, David Arge Klevang Pedersen, sum er kendur í NASA, og hevur verið við til at menna eitt serligt myndatól til ferðina á Mars, greiðir frá.

Perseverance: Eitt ár á Mars

Fjarstýrdi rovarin, Perseverance, lendi á gongustjørnuni Mars 18. februar 2021 og er nú liðugur við at kanna umstøðunar á botninum á Jezero kratrinum, áðrenn leiðin gongur víðari til kantin av kratrinum – har man væntar at líkindini fyri at finna tekin av forntíðar lívi eru størst.

 

##med2##

»Flagship missiónin« hjá NASA skal kanna tað geologisku søguna á Mars, meta um líkindi fyri lívi, og finna tekin um forntíðar lív - sokallaðar biosignaturar, sum eru leivdir av bakteriellum vøkstri, ið er forsteinaðar í steinum.

Jezero kratrið er serliga valgt vegna mátingar frá rúmdarferðum um Mars, sum vísa tekin um, at Jezero hevur verið fylt við vatni. Har eru klár tekin av vatnstreymum, ið hava ført botnfall við inn í kratrið, sum útgera serstakliga góðar umstøður fyri bakteriellum vøkstri, sum vit kenna tað frá t.d. Australia.

 

##med3##

Hetta fyrsta árið á Mars hevur Perseverance koyrt einar 3 km, gjørt hópin av kanningum og hevur savnað 7 royndir av jarðtilfari, sum skulu takast aftur til jørðina til nágreiniligar kanningar. Tær kanningarnar, sum Perseverance longu hevur gjørt, hava staðfest hvat botnurin er gjørdur av, og tað er ikki heilt ókent fyri føroyingar - Basalt.

Hesar kanningar hava verið sera slóðbrótandi - Allarhelst mest fyri granskarar, tí hetta var als ikki væntað – og nú skulu hypotesurnar um geologisku søguna av Jezero umskrivast. Harumframt vísa kanningarnar eisini hvussu grótið hevur verið ávirkað ígjøgnum øldir, og um vatn hevur verið til staðar. 

 

##med4##

kanningarnar og avleiddar hypotesur hava verið møguligar, grundað á PIXL tólinum (Planetary Instrument for X-ray Lithochemistry), sum er ment og bygt av einum internationalum granskaratoymi úr Danmarks Tekniske Universitet, Jet Propulsion Laboratory (NASA) og University of Queensland (Australia), millum annað.

 

##med5##

David Arge Klevang Pedersen hevur haft ein stóran leiklut í menningingi av tólinum, sum er roynt í Føroyum fyri at vissa seg um, hvussu tað endurgevur Basalt, sum hildið varð eisini er á Mars. David hevur verið partur av granskaratoyminum, ið arbeiðir við kanningunum frá PIXL, myndatólið verður kallað. David fer at greida frá kanningunum frá PIXL og hvussu fyrsta árið á Mars hevur gingið. 

Tú kanst hitta David, og seta honum tínar spurningar um alt møguligt á Mars í sambandi við framløguna.

 

##med6##

Tiltakið, har David Arge Klevang Pedersen greiðir frá við hópin døggfrískum myndum av Mars, verður leygardagin 9. apríl kl. 15.00 í Miðhøllini á Skúlatrøð.