David Phelps skal syngja á Toftum

Amerikanski gospelsangarin hevur konsert í samkomuhúsinum Nebo á Toftum miðskeiðis í juni.

 

David Phelps hevur verið partur av Gaither Vocal Band, har hann hevur sungið tenor. Hann hevur eisini givið fløgur út sum solistur. David Phelps er kendur fyri at syngja framúr væl og høgt.

 

Í 2006 hevði David Phelps framførslu á Summar Festivalinum, og nú kemur Phelps aftur til Føroya at syngja. Tað ger hann í samkomuhúsinum Nebo á Toftum týskvøldið 18. juni.

 

David Phelps hevur bólk við sær til Føroya.