Martin skoraði hattrikk og Simon var dagsins maður

1. DEILD: Fríggjadagin vera gull og silvur heiðursmerkini handað á Skála

Tað eru fleiri vikur, síðani tað var greitt, at Skála í 2026 aftur fer at spæla í bestu deildini.

 

Í dag vóru skálamenn í Fuglafirði. Í viðførinum út aftur høvdu teir 5-1 sigur, sum ber við sær, at tað nú er greitt, at Skála hevur vunnið næstbestu deildina. Fríggjadagin verður punktum sett fyri í ár við heimadysti ímóti AB, sum eisini hevur vunnið uppflyting.

 

Tríggir teir fremstu á skálaliðnum hava verið óførir í ár. Aftur í dag høvdu teir høuðsleiklutirnar, hóast tann hjá Markusi Isaksen ikki varð tann, sum hann mundi hava droymt um. Hann sá beinleiðis reytt kort, tá ið tað restaðu fimm minuttir av seinna hálvleiki.

 

Hinir báðir – Martin Johansen og Simon Jørgensen – skoraðu øll fimm málini.

 

Tá ið Skála varð undirmannað, vóru skálamenn frammanfyri 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

 

Hóast teir vóru 10 ímóti 11 allan seinna hálvleik, so vann Skála 5-1. Martin Johansen skoraði trý tey fyrstu málini og harvið hattrikk. Vongverjin í høgru Bjarti Thorleifsson legði upp til eitt mál, og hini bæði málini legði Simon Jørensen upp til.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði Jákup Andrias Thomsen um munin til 3-1. Tá átti Dánjal á Lakjuni uppleggið. Hetta var sjeynda ferðin í ár, at Jákup Andrias skoraði mál í næstbestu deildini.

 

Síðsta korterið skoraði Simon Jørensen tvey mál – tað seinna við brotssparki. Í fyrra førinum átti norski Elias Kringberg Haug uppleggið.

 

Simon Jørgensen varð kosin dagsins maður. Hann legði upp til tvey mál og skoraði tvey mál, og hann er toppskjútti í 1. deild við 27 málum.  

 

Í síðsta umfari fer ÍF at spæla á útivølli ímóti B71.