Formel 1
Í fjør kappaðust fríggjadagskoyrarnir hjá McLaren og Toyota um skjótastu tíðirnar fríggjadag. Men av tí, at McLaren og Toyota endaðu millum tey fýra fremstu liðini í fjør, hava tey í ár ikki loyvi at hava ein triðja royndarkoyrara við fríggjadag. Í ár hava Honda og Williams aftur fingið loyvi, at hava ein triðja koyrara við, tí liðini endaðu uttan fyri fýra tey fremstu í fjør. Trendurin heldur fram í ár, tí hesir áttu eisini skjótastu umførini. Alexander Wurz í Williams Cosworth hevði skjótastu tíðina, inntil fá sekund vóru eftir, tá Anthony Davidsson í Honda fór um málstrikuna við tí allar skjótastu tíðini. Renault bilurin hjá Fernando Alonso var á triðja plássið, Felipe Massa í Ferrari var á fjóra plássi og Räikkönen í McLaren-Mercedes var fimtur.
Anthony Davidson var alt kappingarárið 2004 skjótastur fríggjadagar. Við skjótastu tíðini bæði í Bahrain og nú í Kuala Lumpur tykist tað, sum um hann ætlar at endurtaka bragdið.
Í koyringini seinastu viku koyrdi Nico Rosberg í Williams Cosworth skjótasta umfarið í sjálvari koyringini, Williams fekk somuleiðis báðar koyrararnar í stigini á sætta og sjeynda plássi. Við næst skjótastu tíðini í dag, vísir Williams at liðið skal takast við álvara. Fólk hava tosað um, at Renault, Ferrari, McLaren og Honda fara at stríðast um sigrarnar í ár. Men kanska Williams fer at blanda seg í hetta stríð.
Annars var koyringin merkt av, at nógvir av koyrarunum bert koyrdu fá umfør, fyri at spara motorin. Nógvi hitin í Kula Lumpur er ein stórur trupulleiki fyri motorarnir, ið longu hava koyrt eina heila koyring í Bahrain. Tí geva tíðirnar óivað bert nakrar ábendingar, ístaðin fyri nakra serliga álítandi mynd av hvussu leikur ferst.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Úrslit av fríggjadags royndarkoyring
1 Anthony Davidson Honda 1:35.041
2 Alexander Wurz Williams-Cosworth 1:35.388
3 Fernando Alonso Renault 1:35.806
4 Felipe Massa Ferrari 1:35.924
5 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 1:36.132
6 Giancarlo Fisichella Renault 1:36.182
7 Michael Schumacher Ferrari 1:36.617
8 Jenson Button Honda 1:36.661
9 Jacques Villeneuve Sauber-BMW 1:37.045
10 Rubens Barrichello Honda 1:37.270
11 Jarno Trulli Toyota 1:37.317
12 Nick Heidfeld Sauber-BMW 1:37.418
13 Robert Kubica Sauber-BMW 1:37.457
14 Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes 1:37.463
15 Vitantonio Liuzzi STR-Cosworth 1:37.590
16 David Coulthard RBR-Ferrari 1:37.603
17 Ralf Schumacher Toyota 1:37.695
18 Neel Jani STR-Cosworth 1:37.831
19 Scott Speed STR-Cosworth 1:37.926
20 Mark Webber Williams-Cosworth 1:38.081
21 Nico Rosberg Williams-Cosworth 1:38.205
22 Giorgio Mondini MF1-Toyota 1:38.256
23 Christian Klien RBR-Ferrari 1:38.644
24 Christijan Albers MF1-Toyota 1:38.918
25 Robert Doornbos RBR-Ferrari 1:39.105
26 Tiago Monteiro MF1-Toyota 1:39.416
27 Takuma Sato Super Aguri-Honda 1:41.549
28 Yuji Ide Super Aguri-Honda 1:43.164