Debut og mál til U-21 landsliðsleikara

Føroyski U-21 landsliðsleikarin, Gunnar Zachariasen, hevur havt eina stóra fótbóltsviku. Fyrst fekk hann debut í donsku 1.deild og síðani skoraði hann í steypakappingini – bara tveir minuttir eftir at hann var skiftur inn

Gunnar Zachariasen er ikki so væl kendur her á okkara leiðum, men seinnu árini hevur hann spælt før­oyskan U-landsliðs fótbólt. Hann hev­ur sambært heimasíðuni hjá UEFA spælt tríggjar U-21 og tríggjar U-19 landsdystir fyri Føroyar.
Hann hevur spælt ung­dóms­fót­bólt í Brøndby og nú í AB. Um vikuskiftið kom hann á vøllin á fyrsta sinni á besta liðnum, tá AB í donsku 1.deild spælt javnleik móti FC Vestsjælland. Gunnar Zachariasen kom á vøllin seinastu min­uttirnar.
Í gjár spældi AB í donsku steypa­kappingin móti Døllefjelde Musse, sum spælir til dagligt í Dan­marksseriuini. Einki mál var komið í hálvleiki, tá Gunnar varð skiftur inn. Tveir minuttir seinni skor­aði føroyingurin fyrsta málið í dyst­inum og legði AB á odda. AB vann dystin 3-0.
Gunnar Zachariasen byrjaði inni, tá føroyska U-21 landsliðið spældi í Serbia fyri kortum. Gunnar er 19 ára gamal og tykist trívast best á álops­kenda miðvøllinum.