Fimm sigrar á rað. Tað hevði Aston Villa megnað undan dystinum ímóti Portsmouth í gjárkvøldið. Eitt flott avrik, sum felagið tó hevði megnað fýra ferðir áður í søgu felagsins.
Í dag ber til at staðfesta, at Aston Villa hevur umskrivað egna søgu. Teir vunnu nevniliga við einum máli móti ongum, og harvið hevur Aston Villa vunnið seks teir seinastu dystirnar, liðið hevur spælt á útivølli.
Sigurin hevur við sær, at Aston Villa fer fram um Chelsea og leggur seg upp undir liðina á Liverpool á stigatalvuni. Haraftrat er Aston Villa nú einans trý stig aftanfyri Manchester United, sum er fremst í Premier League. Her skal tó leggjast aftrat, at Aston Villa hevur spælt ein dyst meiri enn áðurnevndu lið.
Góða plaseringin á stigatalvuni staðfestir tó, at tað ikki einans er á útivølli, at tað hevur hepnast væl hjá Aston Villa. Liðið hevur nevniliga ikki tapt seinastu 11 dystirnar. Av teimum er talan um átta sigrar og tríggjar javnleikir.
Hetta er prógv um, at Aston Villa er væl koyrandi. Tað sama kann sigast um seinasta keypið hjá Aston Villa, Emile Heskey. Hann hevur roynst ógvuliga væl hjá Wigan í ár, og nú flytingarvindeyga var opið, valdi Aston Villa at rinda umleið 30 milliónir krónur fyri 31 ára gamla enska landsliðsleikaran.
Í gjárkvøldið spældi Emile Heskey sín fyrsta dyst fyri Aston Villa, og hann vísti, at keypið av honum neyvan er tað býttasta, Martin O’Neill hevur gjørt í síni yrkisleið sum manager.
United setti eisini met
Tað var tó ikki einans Aston Villa, ið setti met í gjárkvøldið. Manchester United setti eisini nýtt Premier League-met, tá teir megnaðu at halda mótstøðuliðnum frá at skora 11. dystin á rað.
Seinasta leikumfar útjavnaðu teir gamla metið hjá Chelsea, ið helt málið reint tíggju dystir á rað. Men við 5-0 sigrinum á West Bromwich í gjárkvøldið setti Manchester United nýtt met.
Berbatov og Rooney syrgdu fyri eini tryggari hálvleiksleiðslu. Í seinna hálvleiki økti Vidic til 3-0, áðrenn Ronaldo staðfesti sigurin við tveimum málum. Endaliga úrslitið kundi lættliga verið størri, og arbeiðsumstøðurnar hjá Manchester United vóru eisini góðar, tí allan seinna hálvleik spældi West Bromwich við tíggju monnum, eftir at málverjin Paul Robinson varð vístur av vølli.
Tottenham gjørdi skjótt av
Í botninum tók Tottenham ímóti Stoke. Liðini høvdu bæði 21 stig – og tað sama høvdu West Bromwich, Middlesbrough og Blackburn. Tottenham vann 3-1 og dregur tískil frá botninum. Málini gjørdu Lennon, Defoe og Dawson eftir bara 25 minuttir vóru spældir. Í seinna hálvleiki minkaði Beattie um munin fyri Stoke.
Fjórði og síðsti dysturin í gjárkvøldið var ímillum Fulham og Sunderland. Tað vóru gestirnir, ið vunnu henda dystin við máli frá Kenwyne Jones.
Trýst á toppliðini
Sigurin hjá Aston Villa í gjárkvøldið merkir, at teir nú av álvara blanda seg í oddastríðið. Hetta hevur aftur við sær, at trýstið á Liverpool og Chelsea, sum skulu í eldin í kvøld, er økt uppaftur meira.
Í botninum er støðan eisini spent. Fýra tey niðastu liðini hava 21 stig, men einans trý stig eru upp til 13. plássið, sum Tottenham hevur yvirtikið við sigrinum á Stoke í gjørkvøldið.
Myndatekstur:
Jermaine Pennant og Emile Heskey, báðir fyrrverandi Liverpool-leikarar, í dysti fyri nýggj feløg í gjárkvøldið
Mynd: Polfoto
--