Debutanturin Sjúrður Jacobsen: - Super

Spurdur um, hvussu tað var at fáa sín fyrsta dyst fyri landsliðið, svaraði NSÍ-leikarin Sjúrður Jacobsen stutt og greitt: Super.

Sjúrður var ikki upprunaliga úttikin, men vegna avboð, vóru boð send eftir honum.

- Av tí, at eg var einasti vinstribakkur aftaná Arnbjørn, hevði eg vón um at fáa nakrar minuttir á vøllinum í dag, og at tað blivu góðir 20 minuttir, er bara at fegnast um, segði Sjurður Jacobsen eftir dystin.

Sjálvur var Sjúrður hampiliga væl nøgdur við avrik sítt, og vísti á, at Liktinstein-leikararnir vóru sera kvikir, og tað gav honum nakrar trupulleikar á vinstra bakki.

- Í Føroyum er vit ikki vanir við slíkan skjótleika, og tí slapp maðurin hjá mær einaferð ígjøgnum, fortaldi Sjúrður frá

Runavíkingurin helt eisini, at tað væl kundi vera, at hann nýtti gott av, at úrslitini hjá NSÍ eru so góð í løtuni, og hetta kann hava gjørt, at hann hesaferð fekk landsliðsboð.

- At vit í NSÍ leika somu spæliskipan sum landsliðið, hjálpir eisini avgjørt mínum møguleikum at vera við á landsliðnum, segði Sjúrður Jacobsen.

Spurdur um hvørjar vónir hann hevur fyri úttikin til dystin ímóti Skotlandi, svaraði Sjúrður, at vónaði tað, men at hann kortini væntaði onki.

-Verður Jens Kristian klárur aftur, so verður helst torført hjá mær at vinna pláss ímillum teir átjan, men eg eri bara noyddur at gera mítt besta við NSÍ, og so fáa vit at síggja, segði Sjúrður Jacobsen at enda

Mynd: Sjúrður
Debutanturin Sjúrður Jacobsen var fegin um at fáa nakrar minuttir á vøllinum ímóti Liktinstein, og vónaði at fáa landsliðsboð aftur til dystin ímóti Skotlandi.
Mynd: Álvur Haraldsen