Decco Band spældi stutt fyri jól fyri fyri fullum húsum í Rex, og teirra serliga rokkenda útgáva av dansivinarligum tónleiki kemur nú aftur til Føroyar. Seinasta árið hava nógvir útlendskir bólkar spælt í Rex. Ein tann best umtókti var Decco Band, ið spældi fyri einum hálvum ári síðani. Tí koma teir aftur at spæla hetta vikuskiftið at rokka í dansistaðnum í Havn, skrivar byin.fo
Decco Band er ein kopibólkur. Tað vil siga, at bólkurin spælir løg hjá øðrum. Á skránni er alt frá AC/DC til Britney Spears, frá Guns ?n Roses til Johnny Cash og Dolly Parton. Á heimasíðuni www.deccoband.dk stendur, at bólkurin er hin einasti í øllum Skandinavia, ið er stuðlaður af Jack Daniels. Á heimasíðuni ber eisini til at lurta eftir nøkrum av lániløgunum, ið eru á skránni.