Føroyingar sum leita sær í býin komandi vikuskifti kunnu fáa sær eitt forkunnugt tónleikaupplivilsi. Danski bólkurin Decco Band framførir í Rex Sigast skal beinanvegin, at bólkurin telist millum teir allar best umtóktu í Danmark.
Tað, sum ger Decco Band so sermerkt er, at bólkurin spælir kendan, vælumtóktan tónleik, men ger sína egnu útseting av hesum tónleiki. Tónleikararnir í bólkinum eru væl fyri tónleikaliga, og sangarin hevur ein ráan og feitan stíl, sum klæðir tónleikinum sera væl.
Bólkurin var einaferð boðsendur til Irak at framføra fyri 10.000 hermonnum, og riggaði hendan ferðin avbera væl ? hóast ljóðanleggið næstan bráðnaði í tí nógva hitanum.
Um lesarin hevur hug at fáa eina smakkiroynd uppá tónleikin hjá Decco Band, kann viðkomandi leita sær inn á www.deccoband.dk ? her ber til at taka niður klipp av tónleikinum hjá Decco Band. Bólkurin framførir í Rex fríggjakvøld og leygarkvøld og kostnaður er 150 kr fyri leygarkvøldið og ókeypis fríggjakvøldið um tú hevur keypt eina biip í Manhattan áðrenn kl 01.00.
Ert tú meiri til ølstovu hýr kanst tú leita tær oman í einastu røttu pubbina í Føroyum,Manhattan.Her fer fyrrverandi ?Stjerne for en aften? stjørnan Jákup Dam at framføra livandi tónleik. Eins og seinasta vikuskifti ber til at ogna sær ókeypis atgongd til Rex, um tú keypir eina øl í Manhattan áðrenn kl. 01 fríggjanátt. Tú skal bara siga við barrvørðin, at tú vilt hava stempul, tá ið tú keypir ølina.
Í Eclipse verður disco hýrur. Fríggjakvøldið verður 70ára kvøld. Fyriskipararnir vilja eggja fólki at leita tær víðu brøkurnar og sólbrillurnar fram, fyri at fáa 70ára dám. Eyðfinn Drewsen skipar fyri