Tað er stór ósemja um nøkur viðurskifti

Enn er óvist um tað verður semja ella verkfall

Nú verður hildið fram við royndunum at finna eina semju so at tað slepst undan verkfalli. Tað eru Starvsfelagið øðrumegin, og arbeiðsgevararnar, sum eru Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, hinumegin, sum samráðast um ein nýggjan sáttmála, men enn eru partarnir langt frá hvørjum øðrum. Partarnir samráddust í alt heyst, men um mánaðarskiftið november – desember, máttu teir kasta handklæðið í ringin og ásanna, at tað fór ikki at eydnast teimum at røkka eini semju.

 

Sostatt vórðu semingsmenninir boðsendir, men tað hevur gingið strilti at fáa gongd á semingsroyndina av álvara. Tvær ferðir eru samráðingarnar nevniliga útsettar orsakað av koronu – men í gjáramorgunin settust  tey so við samráðingarborðið saman við semingsmonnunum.

 

Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at samráðingarnar vórðu niðurlagdar út á dagin í gjár, so partarnir hava verið heima og sovið í nátt. Nú í morgun eru samráðingarnar tiknar upp aftur, men um tað nú verður samráðst út í eitt, ella um ein steðgur verður aftur í kvøld, dugur hann ikki at siga. Tað veldst alt um, hvussu tað gongur,  sigur hann.

 

Tað, sum skilur partarnar, er spurningurin um, hvussu stór lønarhækkingin skal vera og semingsmaðurin sigur, at í ávísum førum er rættiliga langt ímillum partarnar.

 

Starvsfelagið hevur boðað frá, at endamálið við samráðingunum er, at fáa eina virðiliga lønarhækking, sum tey málbera seg. Hinvegin hava arbeiðsgevarar havt eitt mark fyri, hvussu stór lønarhækkingin skal vera og tað hava tey ikki viljað vikið frá undir nøkrum umtøðum.