Fay Weldon um kvinnur í samfelagnum:
Kunnu ikki geva monnum skyldina longur
Føroyingar eru nógv meira jarðbundnir enn danir. Tit halda tykkum ikki duga alt, sum danir gera, sigur Fay Weldon millum annað í samrøðu
SAMRØÐA prentað í Sosialinum 15. august í 2003
Heri á Rógvi
»I don’t have a message, I just write books. I write mostly novels, and if poeple ask me questions I answer them«.
Heimskendi bretski rithøvundurin, Fay Weldon, er ein ógvuliga fryntlig kona, sum fegin vil práta um næstan hvat sum helst. Men tá tann útsendi roynir at fara í dýpdini, so flóta vit skjótt aftur. Royni at spyrja um boðskapurin er nóg sterkur í hennara ævisøgu, men svarið er bert, at hon hevur ongan boðskap. Nakrar meiningar hevur hon, sum hon fegin sigur frá.
»Eg kann seta meg at telja, men eg veit faktiskt ikki upp á standandi fót, hvussu nógvar bøkur, eg havi skrivað. Og ikki finn bara okkurt á netinum, tí tað er altíð skeivt«, sigur Fay.
Tað kennist sum um, at vit hava kent hvønn annan í longri tíð, tí hon er so ótrúliga líkatil. Vit siga við hana, at hetta ikki verður nøkur drúgv samrøða, men tað ger henni stórt sæð tað sama.
##med2##
Meira enn danir
Hetta er ikki nøkur klassisk djúp grein. Vit spyrja sjálvandi Fay mest um okkum sjálvi. Eitt ella annað er tað eisini spennandi at hoyra Fay Weldon siga sína hugsan um fólk í Føroyum. Meiningar eigur hon nógv- ar - og eisini um føroyingar.
Sunnudagin var hon við eitt tiltak í Norðurlandahúsinum, har hon las upp, og fólk høvdu eisini høvi at seta nakrar spurningar.
- Vanliga luttaki eg á stevnum eini 2-3 ferðir árliga. Koma tey eftir mær og koyra meg heimaftur, so havi eg einki ímóti at fara avstað, sigur Fay Weldon.
Og løtuna sunnudagin var Fay bara glað fyri.
- Eg hugsaði: føroyingar eru frálíkir áhoyrarar. Tit halda tykkum ikki duga alt, sum danir gera. Serliga enska málið halda danir seg vera ótrúliga stinnir í. Í Danmark flenna tey ikki at skemtinum beinanvegin, tí tey royna at fylgja við, men her flenna fólk beinanvegin og fanga alt nógv skjótar, sigur Fay Weldon, sum hevur nýtt nógva tíð í skandinavisku londunum millum ár og dag, og hon hevur eisini verið fleiri ferðir í Ìslandi.
- Haldi eisini, at fólk komu til tiltakið av áhuga. Ikki tí tað er mentað og ein eigur at koma, sigur Fay Weldon.
##med3##
Úr fortíðini
Tá hugsað verður um,
hvørji evni vórðu tikin upp, so líktist tiltakið sunnudagin ógvuliga nógv teimum, ið Fay hevur luttikið seinastu árini.
»I’m getting to be so old that the best I can bring to such discussions are tales from the past«, sigur Fay Weldon ein stórum skálkasmíli.
- Eg havi skrivað um eina tíð, sum var so nógv øðrvísi enn tann, vit liva í dag. Tey, sum hava upplivað feministisku kollveltingini, minnast illa, hvat tað var. Hini, ið ikki vóru á lívi tá, hava onga hóming, hvussu skilið var tá ið tíðini, sigur Fay Weldon.
Í nógvum av sínum bókum viðger Fay Weldon órímiligu umstøðurnar hjá kvinnum.
- Tað var ikki lætt at vera
kvinna. Menninir stýrdu øllum og høvdu allar fyrimunirnar. Kvinnur vórðu hildnar aftur, sigur Fay Weldon.
##med4##
Broytt hugsan
Mangt broytist, og tað sami er galdandi fyri hugsanirnar hjá Fay Weldon.
- Heimurin hevur broytt seg. Tað er ikki soleiðis longur, at menn eiga ábyrgdina fyri støðuni hjá kvinnunum í samfelagnum. Fyri tretivu árum síðani áttu tær ábyrgdina fyri ringa skilið, men tað er løgið, um einki er broytt eftir tretivu árum. Tað er framvegis torførari at vera kvinna enn maður, og tað eru fyri nógva bert kvinnurnar uttan børn, sum koma
langt fram í samfelagnum, sigur Fay Weldon, ið hevur fingið nógv hørð orð fyri sínar hugsjónir broyttar og óbroyttar.
Lesið eisini: Føroysk bókaútgáva í London
Í fleiri av sínum seinastu bókum og leikum leitar hon aftur í tíðini við millum annað sínari egnari ævisøgu. Hon sigur seg rokna við, at lesararnir eru í stór- an mun teir somu enn sum áður. Tær ungu kvinnurnar veit Fay ikki rættiliga, hvussu hon skal fara við.
- Eg síggi ungar kvinnur sum heilt aðrar verur. Eg veit ikki rættiliga, hvussu eg skal fáast við tær. Men eg rokni við tær allar verða til meg einaferð seinni, sigur Fay Weldon.
Tá hetta blaðið er komið í sølubúðirnar er Fay Weldon farin av landinum. Steðgurin gjørdist eina góða viku. Og vit skulu heilsa og siga, at henni hevur dámað ógvuliga væl í Føroyum.
Fakta
Navn:Fay Weldon
Aldur: Umleið 70 ár
Útbúgving: Búskaparfrøðingur
Starv: Rithøvundur
Hevur skrivað: Eitt ótal av bókum, sjónleikum og útvarpsleikum.
Varð fødd í: Ongland, men flutti til Ný Sæland og búði har til hon var fjúrtan ár. Flutti síðani til Onglands og byrjaði at lesa búskaparfrøði.
Býr nú í: Dorset, Onglandi - eini 200 kilometrar sunnanfyri London.
Byrjaði at skriva: Tá hon var eini 30 ára gomul og hevur skrivað líkasíðani.
Hevur broytt: Hugsjón um leiklutirnar í samfelagnum - serliga leiklutin og støðuna hjá kvinnum.
Arbeiðir í løtuni við: At skriva eina bók, sum er helvt um helvt skaldsøga og ævisøga.