Nærvera, menning og spæl

 

Søkt verður eftir námsfrøðingi til dagstovnaøkið í Vestmanna.

 

Vestmanna Kommuna søkir vegna dagstovnin Gjáarlon eftir einum námsfrøðingi til vøggustovuna at arbeiða 30 tímar um vikuna í føstum starvi, at byrja 1. januar 2022, ella skjótast gjørligt aftaná.

 

- Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast.

 

Gjáarlon liggur ovarlaga í Vestmanna, í náttúruvøkum umhvørvi við stutt til haga, fjøru og viðarlund. Her hava 90 børn sína dagligu gongd. Í Gjáarlon eru 5 stovur, 2 vøggustovur (Fossurin og Hylurin) og 3 barnagarðsstovur (Veitin, Áin og Keldan). Í løtuni arbeiða 25 eldhugaðir starvsfelagir í Gjáarlon, ið allir koma við sínum íkasti til gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.

 

Okkum dámar at brúka náttúruna og eru ofta úti. Um vit fara á rannsóknarferð, fjallstúr ella blaka steinar í gjónna velst um, hvat vit síggja í børnunum og hvat tey hava brúk fyri.

 

Vit arbeiða út frá áhugamálum og førleikum hjá tí einstaka barninum. Vit leggja dent á at vera luttakandi og nærverandi saman við børnunum. Fyri okkum hevur tað alt at siga, at børnini kenna seg at vera tey týdningarmestu í verðini.

 

Vit søkja ein óføra dugnaligan námsfrøðing. Fyri okkum er tað av størsta týdningi, at vit kunna merkja tín brennandi áhuga fyri at vera saman við børnunum og skilja børnini, og vit leggja ikki so stóran dent á, hvat tú hevur arbeitt við áður, ella um tú kanst siga, nær Vygotsky útgav bókina um “sonu fyri nærmastu menning”.

 


Vit vænta, at:

 

  • Tú ert sjálvstøðugur, álítandi, hevur gott yvirlit og kanst taka avgerðir.
  • Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn
  • og starvsfelagar.
  • Tú ert íverksetandi og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
  • Tú sært møguleikar, hevur ein jaligan hugburð, ert opin, smílandi og fyrikomandi.

 

 

 

Setnarviðurskifti:

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

 


Umsókn:

Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum verður at senda til [email protected]

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 3. desember 2021 kl. 12.00, samrøður væntast at verða í viku 49.

 


Meira fæst at vita:

Við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 770130 ella teldupost Morten(at)vestmanna.fo


Setanarøkið er dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu, sum fevnir um stovnarnar Gjáarlon, Látipípuna og frítíðarstovuna.