Liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Valur spældi í kvøld fyrsta dystin í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Á heimavølli í N1-høllini á Hlíðarenda í Reykjavík tók Valur ímóti ÍBV.
Talan gjørdist um ein sera spennandi dyst, ið endaði við javnleiki 31-31. Í steðginum var ÍBV á odda 19-17.
Morgunblaðið staðfestir, at talan var um háspenning í dystinum.
Bjarni í Selvindi hevur fingið rimmar byrjan í Vali. Hann hevur gjørt vart við seg í stórsteypadystinum og í EHF European League undankappingini, og í kvøld legði hann fyri í fyrsta landskappingardystinum við aftur at gerast toppskjútti hjá Vali. Í kvøld við sjey málum.
Komandi leygarkvøld klokkan 18 spælir Valur seinna undankappingardystin í EHF European League.
Dysturin verður leiktur í Kroatia móti Vinkovci. Valur vann fyrra dystin 34-25 (13-16), men á Balkan kann alt henda, so teir í Vali fara ikki at taka nakað fyri givið.
Eydnast Vali at tapa við átta málum ella minni enn tað vinna teir seg í bólkaspælið í EHF European League.