Degnshús og eftirtíðin

Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn


Eg havi ongantíð ivast í, at núverandi minniluti í Tórs­havnar Býráð heldur enn fegin vildi sleppa at halda fram ta vandalismuna, sum ferð aftaná ferð seinastu 40 árini hevur tikið seg upp í býráðnum Havn, og sum aft­ur tók yvirhond í seinasta setu.
Úrslitið er ein miðbýur, sum hvørki líkist einum ella øðrum. Tinghúsvegurin frá Bøkjarabrekku og oman­eftir er molesteraður til tað ókenni­liga og sama er at siga um byggingarnar fram­við Niels Finsensgøtu frá Vaglinum og niðaneftir.
Vit havnarfólk eru kend langt út um landoddarnar fyri tað skilagóða varð­veit­ingararbeiði, sum gjørt er í gomlu Havnini úti í Tinga­nesi og á Reyni. Her fáa vit framvegis rákan av for­tíðar­innar umstøðum í ymsum tíðarskeiðum, sum er so neyð­ugur fyri nútíðina.
Tað fáa vit eisini á Vagli­num enn. Vaglið er tann nýggj­ari miðbýurin í Havn. Lagdur til rættis av einslistum av skilamonnum í Havn fyri og um aldarmótið 1900. Hví skula vit ikki eisini varðveita ta umhvørvið sum áminning um ta tíðina, sum saktans eis­ini kann vera partur av okk­arta tíð?
Tað, sum vit hava eftir av hesum nýggjara miðbýnum í Havn, er júst húsagarðurin kring Vaglið. Enn kunna vit við reistari pannu vísa á Meinigsheithúsið, Komm­unuskúlan, Bókhandilin, hand­ilshúsini hjá Jacob Lüt­zen, sethúsini hjá Anton Degn og løgtingshúsið.
Innan fyri hendan húsa­garðin hevur hjartað í Før­oya høvuðsstaði verið í góð 100 ár við bæði Vagli og Tinghúsvølli, og hetta hjarta eiga vit at virða.
Eg ivist ikki í, at tað er vandalisma at fara at byggja háhús framvið Vaglinum og Tinghúsvøllinum. Har er nóg ringt sum er í grannalagnum. Háhúsabygging fer at lýta umhvørvið og hóvar ikki sam­an við hesum gamla stolta miðbýi í metropolinum í Norðuratlantshavi.
Vit hava ivaleyst av lendi í Suðurstreymi at seta ský­skravarar á, og tí nýtist okk­um ikki at kroysta teir niður í tann gamla miðbýin.
Tórshavnar býráð hevur eisini ásannað, at húsini hjá Degn vóru varðvetingarverd. Tí játtaði býráðið í farnu setu pening til umvæling av teimum. Tað skuldi merkt, at húsini vórðu standandi, sum tey eru.
Men teir, sum ráddu fyri borgum, syrgdu ikki fyri at tryggja sær hetta við einum servitutti ella byggisamtykt, og tí er ongin ideel loysn møgu­lig í dag.
Vilja vit varðveita um­hvørv­ið við Vaglið og Ting­hús­vøllin, er einasta gongda leið er at keypa okkum burtur úr probleminum.
Tað pínur í lummanum, men skal miðbýurin ikki fara fyri hund og ravn, so er ikki annar vegur enn at gjalda pengarnar.
Pengar kunnu erstattast. Tað kann miðbýurin ikki.
So latið smáfuglar, heiða­fuglar  og miðbýin  hava frið!