Nú fer suðuroyarbólkurin Deiggj aftur á pallin. Hetta hendir á Tvøroyri, tá teir fara at spæla til dans í TB-húsinum leygarkvøldið.
Tað var eisini á Tvøroyri, at bólkurin var stovnaður fyri 20 árum síðani.
Teir sum stovnaðu bólkin vóru, Páll Lave, Pætur Dam, Fróði Vestergaard, Dennis Lave, Dávið Jacobsen og René Jespersen. Meira enn 20 ymiskir tónleikar hava spælt fast við Deiggj seinastu 20 árini, men tann núverandi manningin er næstan tann sama, sum tann sum spældi fyrstu ferð í 1981.
Teir, sum spæla við komandi vikuskiftið, eru Páll Lave, Pætur Dam, Fróði Vestergaard, Sverri Heinesen, Dánjal Jákup Holm og Dennis Lave.
Deiggj góvu út í 1985 eina LP undir heitinum "Stormávaring". Umframt hetta vóru Deiggj við á Amnesty tónum, á TB-bandinum, ið kom út í 1992, tá ið TB fylti 100 ár, Vælskapt Brek í kom út í fjør og eisini hava limirnir í Deiggj undir heitinum "Sveiggj" eitt lag við á seinastu barnafløguni hjá Útvarpi Føroya.
Venja hvørja viku
Deiggj hava egna venjingarhøli og studio í Havn. Bólkurin venur fast eina ferð um vikuna og arbeitt hevur við at byggja upp eina fjøltáttaða skrá, ið hóskar bæði til yngri og eldri.
Tað vísur seg, at flestu aldursbólkar dáma væl løg frá 70´unum og 80´unum, t.d. Cream, Deep Purple, John Lennon, Eric Clapton, Gasolin, Procul Harum, Supertramp og Men at Work. Eisini nýggjari tónleikur verður framførdur hetta vikuskiftið. Sum dømi kunnu nevnast løg hjá R.E.M. okkurt hjá Red Hot Chilly Pepper og eldri tónleikur frá sektiárunum sum t.d. Simon and Garfunkel, Bee Gees, Beatles og Rolling Stones. Av norðurlendskum tónleiki kunnu nevnast Afzelius, Mikael Wiehe, Martin Joensen, Vestmenn, Kári P., Frændur og okkurt heimagjørt lag.
? Í løtuni arbeiða vit nógv við løgum hjá øðrum. Seinni verður kanska arbeitt meira við egnum løgum. Og hvør kanska kemur eisini ein nýggj fløgu, siga teir í Deiggj.
Havt tvær framførslur
Síðan bólkurin varð endurstovnaður við núverandi manning, hevur bólkurin havt tvær framførslur eina á Arkitektaveitsluni í Sjónleikarahúsinum og eitt vikuskiftið í Kagganum.
Teir, sum eru við í Deiggj hava ikki spælt nakað serliga nógv við øðrum bólkum, undantikið Dánjal Jákup Holm, sum er kendur trummusláari frá bólkunum, Revival, Júmen og Wild Child. Sverri Heinesen hevur verið við til at stovna kenda bólkin "Absurdy Fair" og hevur altíð spælt við teimum.
Pætur Dam, ið spælur tangentar, spældi seinast við Deiggj í 1988 og hevur hesi13 árini ikki verið virkin í nøkrum tónleikabólki. Páll Lave var upprunaliga bassistur í tí fyrsta Deiggj. Hann spælur nú sologittar. Páll hevur eins og Pætur Dam búð í nógv ár í Danmark og hevur tískil ikki verið so aktivur føroyska rokkpallinum.
Fróði Vestergaard hevur spælt við Deiggj í næstan øll árini eins og Dennis Lave, sum í løtuni er heima í feriu nakrar mánaðir. Dennis býr vanliga í Aasiaat í Grønlandi, men flytur væntandi heim til Føroya komandi summar.
Ikki bara nostalgi
Onkur heldur kanska bólkurin bara satsar uppá nostalgi, men so er ikki.
? Vit vilja fegnir verða nýskapandi, og vit fara í framtíðini at royna eitt sindur hvørjum. Hetta vikuskiftið sleppa suðringar ein túr aftur í hálvfjersini og fram í hálvfemsini. Næstu ferð verður tað kanska nakað heilt sum vit fara at borðreiða við, siga teir.
Leygarkvøldið er aldursmark 18 ár og teir í Deiggj vóna at síggja nógv av teimum, ið vóru ung í hálvfjersunum og fýrsunum, til dansin.