Deiggj geva út nýggja LP og fløgu ið kallast TÍÐ

Endiliga er hon her, nýggja plátan hjá bólkinum Deiggj. Allar pláturnar eru nummereraðar við hond frá 1 – til 500, umframt fylgir ein ókeypis fløga við hvørjari plátu.

 

Deiggj hevur í longri tíð arbeitt við at spæla inn eina nýggja plátu. Seinast bólkurin gav út eina lp var í 1985. Tó hevur bólkurin givið út fleiri stakløg hesi árini.

 

Nýggja plátan er tikin upp fyrst í Studio Block, við Vinjar Egilsnes Petersen, sum teknikara. Síðan hevur bólkurin arbeitt víðari í sínum egna studio, í Bakkastudio á Tvøroyri og Studio Bunkarin í Tórshavn. Á plátuni eru 9 løg, harav trý longu eru komin út sum stakløg. Fyrst kom lagið Hví grætur tú, har Guðrun Sólja syngur saman við Fróða Vestergaard. Hesin sangurin var av lurtarunum hjá KVF valdur sum nr. 2 til Ársins útvarpshitt 2022. Seinni kom út staklagið Í Viðarlundini, sum Dennis Lave syngur og seinasta staklagið er sangurin Kom lat okkum dansa, sum Fróði Vestergaard syngur saman við Jensinu Olsen, Guðrun Sólju Jacobsen, Barbaru á Tjaldrafløtti og Páll Holm Lave . Á teimum flestu løgunum syngja limirnir í Deiggj kór, tó undantikið á lagnum Ein sangur til lívið, har Tróndur Enni eisini er við og á lagnum Elska Bara er Benjamin Petersen eisini við sum kórsangari.

 

Fyrsta lagið plátuni er sangurin Ein sangur til lívið. Tekstin eigur Jógvan Andreas Joensen og Jógvan Andreas hevur eisini, saman við Fróða , skrivað tekstin til sangin Kom lat okkum dansa. Aðrir yrkjarar eru Malan Poulsen, Tummas Napoleum Djurhuus, Sívar á Seiðabergi og Fróði Vestergaard.

 

Kápumyndina eigur Rannvá Holm Mortensen og Kirstin Helgadóttir er grafiskur sniðgevi á plátuni. Baksíðumyndina eigur Leivur Thomsen tikið. Plátan er framleitt av limunum í Deiggj, saman við Benjamin Petersen. Tróndur Enni hevur verið inn yvir lagið Ein sangur til lívið. Benjamin Petersen hevur ljóðblandað plátuna og er hon mastrað í Nashville av Daniel Bacigalupi.

 

Deiggj eru Fróði T. Vestergaard, Dennis Lave, Páll Holm Lave, Pætur Mohr Dam, Sverri Heinesen og Rani H. Christiansen. Umframt omanfyrinevndu sangarar spælir Benjamin Petersen banjo á lagnum Kom lat okkum dansa og tjekkiski Ondrej Skoumal spælur synth á lagnum Vetrarmorgun.

 

Hósdagin 30. november, kl. 16.30 verður høvið at ogna sær plátuna í plátuhandlinum TUTL og fáa hana signeraðað av bólkalimunum. Við hvørjari lp fylgir ein ókeypis fløga. Plátan verður eisini at fáa í café SALT á Tvøroyri.

 

Plátan er stuðlað av Tvøroyrar Kommunu, Tórshavnar Kommunu, Mentanargrunni Landsins og KODA-Gramex Føroyar grunninum.