Deil tína sorg við onnur

- Tú kanst tosa um alt tað, sum er torført og hoyra um, hvussu onnur hava tað.

- Tú kanst finna stuðul og møguligar loysnir til ein øðrvísi gerandisdag, siga stigtakararnir. Mynd: Sandportal.

Christianskirkjan bjóðar vaksnum fólki, ið hava mist ein av sínum kæru, at koma í ein sorgarbólk.

- Vit savnast tíggju ferðir, har ymisk evni verða tikin upp, og har hvør luttakari hevur høvi at tosa um sína støðu.

Tey, sum standa aftan fyri tiltakið, vísa á, at í einum sorgarbólki møtir tú øðrum, sum hava mist. Tú kanst tosa um alt tað, sum er torført og hoyra um, hvussu onnur hava tað.

- Tú kanst finna stuðul og møguligar loysnir til ein øðrvísi gerandisdag, siga stigtakararnir.

Tað eru prestarnir, Marjun Lómaklett og Hanus á Gørðum, sum saman við Elisabeth Akursmørk og Gudny Magnussen, leiða bólkin, og hetta er eitt ókeypis tilboð.

Sorgarbólkurin í Christianskirkjuni í Klaksvík hittist fyrstu ferð mánadagin 18. januar klokkan 18.