Allir teir átta deildarleiðararnir í Kringvarpi Føroya eru sagdir úr starvi Bygnaðarbroytingar verða nú gjørdar í Kringvarpinum, og allir átta deildarleiðararnir hava fingið boð um, at teir verða bjóðaðir annað starv frá 1. oktober.
Søkt verður eftir seks nýggjum deildarleiðarum, og núverandi leiðarar fáa eisini møguleika at søkja størvini. Tveir av deildarleiðararunum hava tó í dag valt at sagt seg úr starvi, sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.
-Allir deildarleiðararnir verða uppsagdir, tí vit skulu hava ein heilt nýggjan bygnað, har Útvarpið og Sjónvarpið verða løgd saman, sigur Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, sum tó fegin vil hava, at teir nú uppsøgdu deildarleiðararnar verða verandi í Kringvarpinum, tí hon sigur talan vera um dugnalig miðlafólk.
-Vit koma at hava tríggjar eindir, sum verða ein útvarpsredaktión, ein sjónvarpsredaktión og ein miðlaredaktión. Av tí at tað verða nýggjar deildir, vil eg gjarna hava møguleika fyri, at bæði fólk í Kringvarpinum í dag og fólk uttanfyri fara at søkja størvini, sigur kringvarpsstjórin við Kringvarpið.