Deildi nakinmyndir av kvinnu á netinum

- Slíkt er ólógligt, og hetta málið verður nú kannað. Hóast tú hevur fingið myndirnar, er ikki loyvt at deila tær, sigur løgreglan.

 

Løgreglan hevur fingið eina fráboðan um, at onkur hevur deilt nakrar nakinmyndir av einum konufólki á sosialum miðlum.

 

Sambært vaktleiðaranum í morgun hevði onkur stovnað eina falska vangamynd og hevði deilt nakinmyndir av konufólki.

 

- Slíkt er ólógligt, og hetta málið verður nú kannað nærri. Hóast tú hevur fingið myndirnar sendandi, er ikki loyvt at deila tær.

 

Løgreglan sigur, at hetta er eitt mál, sum tey fara at kanna nærri, tí slíkt eigur og skal ikki henda, verður lagt aftrat.