Fríða G. Jacobsen er kvinnan, sum syrgir fyri, at fólk, sum arbeiða í fyrisitingini hjá Tórshavnar kommunu, fáa at eta í døgurðatímanum. Hon hevur dagligu ábyrgdina av starvsfólkakantinuni, sum er í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í Havn. Hvønn yrkadag millum klokkan 12 og 13.30 koma eini 60-80 fólk í kjallaran at fáa sær mettuna.
Hvønn fríggjamorgun er eisini felags morgunkaffi við rundstykkjum og øðrum góðum, har fólk úr øllum deildum hjá býráðnum eru vælkomin á gátt.
– Mín arbeiðsdagur byrjar klokkan 8 og er liðugur klokkan 16. Eg havi eina kvinnu at hjálpa mær, sum kemur klokkan 11 og fer heim aftur klokkan 15. Annars eri eg einsamøll um køkin og kantinuna í Posthúskjallaranum.
Fríða sigur, at nú tað er so »in« við øllum sunnum og grønum, er salatir altíð ein týðandi partur av konseptinum til frokostin.
Fríða stórtrívist
– Eg havi havt hetta starv í eini 4 ár, og eg má siga, at eg stórtrívist. Ein stórur partur av mínum arbeiðslívi hevur verið í køki, og hetta er ikki nakað, eg troyttist av. Eg fari glað av húsum til arbeiðis hvønn morgun, og eg fari glað heimaftur, tá dagur er lokin. Tað er deiligt við góðum fólki, sum eru nøgd við tað, tú gert. Eg eri góð við tey, sum dagliga koma her at eta, og eg haldi meg hava varhugan av, at tey eisini eru glað fyri at síggja meg, sigur hon brosandi.
Fríða hevur longri veg til arbeiðis, enn mong onnur hava, og haraftrat kemur, at fjørður er millum bústaðin og arbeiðsplássið. Hon býr í Nólsoy, haðani hon eisini er ættað, og hvønn morgun og hvønn dag, tá arbeiðsdagur er lokin, noyðist hon um Nólsoyarfjørð.
– Men hetta er eingin trupulleiki. Eg eri ikki bangin at sigla – ikki longur, leggur hon aftrat.
Hon sigur, at í fyrstuni hugsaði hon nokso nógv um, at hon skuldi um fjørðin tvær ferðir um dagin, men hetta hevur hon við tíðini vant seg við.
– Vit høvdu eitt gott skip við Rituni. Nú hava vit ikki roynt Ternuna enn á vetrardegi. Meiningarnar um, hvussu hetta skipið man fara at roynast, tá veturin kemur, eru ymiskar, men nú ferjulega verður bygd í Nólsoy til endamálið, vóna vit, at hetta framhaldandi verður ein tryggur og góður flutningur.
Nógv ár í køki
Sum blaðung byrjaði Fríða Jacobsen at arbeiða í køkinum á Hotel Hafnia í miðbýnum. Hon var ikki meiri enn 14-15 ára gomul, tá hon fyrstu ferð trein innar um gáttina á hotellinum.
– Eftir at hava arbeitt í køkinum á Hotel Hafnia eitt skifti, fór eg sum 15 ára gomul niður á húsarhaldsskúla í Sorø í Danmark í eitt hálvt ár. Heimaftur komin fór eg aftur í køkin á hotellinum, har eg mundi vera í eini 10-12 ár tilsamans.
Fríða dylur ikki, at henni altíð hevur dámt køksarbeiði væl.
– Hetta er tað, sum eg havi fingist við, og hetta er tað eg dugi, leggur hon aftrat.
Tað var tí ikki av tilvild, at hon fyri 4-5 árum endaði í starvsfólkakantinuni í Posthúskjallaranum.
Eisini í røktini
Men hóast køkurin er stórur partur av lívinum hjá kvinnuni úr Nólsoy, hevur hon eisini fingist við annað.
Árini 1989-2003 búði hon í Danmark, og meðan hon var niðri, tók hon í endanum av hesi tíðini útbúgving sum heilsuhjálpari.
– Eg fekk mína útbúgving í Hillerød. Í Frederikssund arbeiddi eg á einum røktarheimi, har starvsfólkini vanliga vóru á stovninum fyrrapart og síðan úti í økinum seinnapart. Við tað, at dóttir mín Stina var so lítil tá, arbeiddi eg mest á kvøldvaktini, og tí fall mín arbeiðstíð sum oftast inni á stovninum – og minni úti í økinum.
Fríða sigur, at hon hevði ongar arbeiðsroyndir í røktini, áðrenn hon tók sína heilsuhjálparaútbúgving.
– Tá vit síðan fluttu heimaftur til Føroya at búgva í 2003, fór eg at arbeiða í heimarøktini í miðbýnum í Havn. Her var eg í eini trý ár, til eg fekk arbeiði í starvsfólkakantinuni hjá býráðnum.
Hon treivst sera væl í røktini, men við tað, at her eru skiftandi arbeiðstíðir, eins og tú noyðist at arbeiða okkurt vikuskifti, fall hetta ikki so væl saman við, at hon hevði eina smágentu í Nólsoy.
– Í dag er Stina 11 ára gomul, og hóast mær dámar sera væl í kantinuni í Posthúskjallaranum, kundi eg onkuntíð seinni í tíðini, tá Stina er vorðin meiri tilkomin, hugsað mær at arbeitt í røktini aftur.
Fríða sigur, at tað, sum hon saknaði í røktini í miðbýnum í Havn, var, at tíðin til hvønn brúkara ikki var longri.
– Tíðin varð skorin niður alla tíðina, og hetta er tað, ið eg minnist sum nakað keðiligt í hesum starvi, sum mær annars dámdi so sera væl, sigur hon.
25 krónur
Fyri at venda aftur til starvsfólkakantinuna í Posthúskjallaranum, sum hevur verið karmur um arbeiðsdagin hjá Fríðu seinastu árini, kunnu vit leggja aftrat, at frokosturin kostar 25 krónur hvørja ferð.
– Tá hetta er prísurin fyri at eta seg mettan, kunnu vit sjálvandi ikki borðreiða við rækjum og royktum laksi, men vit royna at hava so góðan og sunnan mat sum gjørligt. Fólk, ið starvast í umsitingini, gera sjálvi av, um tey vilja hava mat í kantinuni ella ikki. Fólk tilmelda seg á starvsfólkadeildini, og síðan kunnu tey sjálvi velja, hvussu ofta tey ynskja at eta um vikuna. Summi eta hvønn dag, og onnur eta kanska tvær ferðir um vikuna.
Hon sigur, at starvsfólk í umsitingini viðhvørt hava onkran gest við sær. Hetta kann vera makin ella børn, sum detta fram við, og tá verða hesi stemplaði inn sum gestir og gjalda soleiðis fyri matin.
– Maturin verður drigin av lønini hjá starvsfólkunum, leggur hon aftrat.
Fríða Jacobsen sigur, at tað serliga eru fólk, ið arbeiða nær Posthúskjallaranum, sum eta frokost í starvsfólkakantinuni um dagarnar.
– Talan er í fyrsta lagi um tey sum arbeiða í gróthúsinum og á sosialu deild, sum ikki hava so langan veg oman í Tórsgøtu. Eini 50-60 fólk kunnu sita til borðs í senn, men ein vanligan dag koma ikki øll í senn. So, higartil hevur borið til at hýst øllum, sum vilja hava sær ein bita í Posthúskjallaranum, sigur hon.
Fakta:
Navn: Fríða G. Jacobsen
Starv: Kantinuleiðari
Besta við starvinum:
At eg havi nógv glað fólk
rundan um meg
Ringasta við starvinum:
Einki negativt, eri bara væl nøgd
Starvstíð: 2006
Starvsfólk: Eg, pluss hjálparfólk
Staður: Posthúskjallarin, Tórsgøta
Stjóri: Janus Isfeldt/
Bjørgfríð Ludvig