Hondbóltur
Dysturin sunnudagin millum H71 og VÍF fer helst ikki í søguna sum tann best spældi dysturin á árinum. Men tað, sum dystinum restaði í góðum spæli, var væl og virðiliga uppvigað av dramatikkinum seinastu løtuna. Hoyvíkingar høvdu annars verið við undirlutan at kalla allan dystin, men teir noktaðu at geva skarvin yvir. Eisini hóast yvirmaktin í løtum tóktist øgilig.
Í gloymibókina
Fyrri hálvleikur av dystinum man annars vera ein av teimum, sum fer heilt skjótt í gloymibókina. Liðini bæði kappaðust um at gera mistøk. VÍF kanska einamest, tí teir royndu at hava dekan ov nógva ferð á, meðan hoyvíkingarnir hinvegin als ikki maktaðu at hava ferðina á einum støði, har verjan hjá VÍF kundi opnast.
Og máltalvan bendi eisini tann vegin, at her var ikki tað stóra at koma eftir. Eftir tíggju minuttum stóð 1-2 á talvuni, og tað má sigast vera ein heldur óvanlig støða.
Málskjótingin fekk tó spakuliga meira ferð á. Serliga tóktust vestmenningarnir ta einu løtuna at hava góðan byrð. Serstakliga gjørdi Ingi Olsen um seg, og tað var ein sonn fragd at síggja, tá hann í einum tveimum førum sendi alla hoyvíkarverjuna til viks, áðrenn hann langaði bóltin í kassan.
Reytt kort vendi
Tað var einki at ivast í, at skuldi H71 hava nakað burturúr dystinum, so mátti Ingi steðgast, og hetta varð so eisini gjørt frá fyrsta bríksli av seinna hálvleiki. Við eini mansverju, sum var heilt uppi á miðjuni, máttu vestmenningarnir vera sín týdningarmesta leikara fyriuttan, og spakuliga tóktust vertirnir at fáa betri tak á.
Tað var tó alla tíðina, sum restaði seinasta pettið, áðrenn H71 kundi taka VÍF aftur. Tíggju minuttir fyri leiklok eydnaðist at koma upp á javnt, men tá VÍF so enn einaferð økti upp í fýra mál, tóktist alt vera avgjørt.
Um hetta mundið skuldi tað tó vísa seg, at ein sera avgerandi hending fór fram. Ingi Olsen var skjóti enn Jens á Skipagøtu at renna eina bólt upp, og ístaðin fyri bóltin, fekk málverjin bert fatur á leikaranum sjálvum. Brotskast til VÍF og reytt kort til Jens, sum soleiðis mátti fara av vøllinum.
Á beinkinum hevði H71 bara hálvskadda Levi Nybo at seta í málið, og so vendi dysturin. Levi fekk ikki gjørt nakað við brotskastið frá Inga, og heldur ikki við eitt mál frá Áka G. Olsen stutt eftir, men so var slutt. Hvussu VÍF so enn royndi, so fekst bólturin ikki framvið málverjanum. Hoyvíkingar fingu togað seg aftur í dystin, og við hálvum øðrum minutti eftir, stóð aftur á jøvnum.
Liðini bæði høvdu misnýtt eitt álop í part, tá VÍF fór undir tað, sum tey flestu roknaðu við fór at verða seinasta álopið í dystinum. Heldur ikki hesaferð fingu teir tó nakað burturúr, og so gjørdu hoyvíkinganir skjótt av. Og tá dómararnir bríkslaðu við einum sekundi eftir á klokkuni, var brotskast til H71.
Tann trumfin megnaðu hoyvíkingarnir tó ikki at gagnnýta. Dejan Lacok hevur í ár havt mest sum ræðandi hagtøl, og hann megnaði so eisini at verja fyri, tá Johnny Durhuus royndi seg.
Týðandi javnleikur
Og serliga fyri VÍF hevði hendan bjargingin nógv at siga. Hon kastaði nevnliga ein javnleik av sær, og tá hetta var fyrsti javnleikurin hjá liðnum, so merkti hetta ikki tað stóra, nú stigini verða hálverað til endaspælið.
H71 misti sum so heldur ikki nakað stig, og undir øllum umstøðum mundi tað vera gleðiligt hjá teimum, at teir nú aftur fingu nakað burturúr einum hondbóltsdysti. Samstundis merkti einsamalla stigið hesaferð, at teir bert eru trý stig aftan fyri tey bæði oddaliðini, tá farið verður í holt við endaspælið, og tað er væl ein munur, sum kann vinnast aftur.
Dysturin í tølum
H71-VÍF 30-30 (11-14)
Málskjúttar
H71: Halgir Dahl Olesen 9(2), Heini Bendtsen 6, Niels Viggo Niclasen 4, Høgni M. Joensen 3, Johnny Durhuus 3, Piti Negru 3, Christian Eli Zachariasen 2
VÍF: Ingi Olsen 11(3), Áki Olsen 6(1), John Zachariasen 5, Áki G. Olsen 3, Harald Bjørgvin 2, Agnar Joensen 2, Karl Johan Djurhuus 1
Brotskøst: H71 6, VÍF 4
Útvísingar: H71 3, VÍF 6
Diskvalifikatión: H71 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum.