DejaVu vóru í uppskoti fyri fløguna A place to standon, og hini fýra valevnini vóru ávíkavíst 200, Petur Pólsson, Tvey av Kamarinum og Høgni Lisberg.
Fløgan hjá DejaVu er ivaleyst millum mest gjøgnumførdu fløgurnar, ið nakar føroyskur bólkur nakrantíð hevur gjørt. Framleiðslan av fløguna var óvanliga kostnarmikil sæð við føroyskum eygum.
Tá ið fløgan, eftir drúgva bíðitíð, endiliga kom á marknaðin seint í vár, fekk hon eisini óvanliga góð skoðsmál frá ummælarum, og sølan av fløguni hevur eisini gingið stak væl.
Í gjár handaði Uni L. Hansen, tónleikaummælari á Dimmu, bólkinum so heiðursbræv og blómur sum tekin um, at fløgan hjá DejaVu var kosin ársins fløga 2005.