Sett saman
hevur Levi Mørk
Upprunaliga er teir báðir føroyingarnar úr Skálavík. Fyri nøkrum árum síðani fluttu Jens og Argrím til Danmarkar fyri at royna nakað nýtt og ikki minst fyri at fáa størri avbjóðingar innan tónleikin. Teir hava síðani myndað tónleikabólkin »Delete The Junk«.
Hava spælt saman við kendum donskum tónleikabólkum.
Tað gongst teimum tann rætta vegin, teir eru nógv á palli og hava spælt saman við nógvum kendum donskum tónleikabólkum m.a. sum Dizzy Mizz Lizzy, Sort Sol, Poul Krebs og Shubidua - Síðani hava teir spælt rundt um m.a. Gimle í Roskilde og Pumpehuset í Keypmannahavn vm.
Nýggj fløga góðan kritikk frá donskum fjølmiðlunum
Higartil hava teir upptikið tríggjar heimagjørdar fløgur, sum allar hava fingið góða mótøku frá donskum kritikkarum. Tað er Jens J. Jacobsen, sum sjálvur ger tekstirnar til løgini, sum teir gera í felag. Teir smíða nýggj løg allatíðina og hava nýliga upptikið 4 løg á teirra nýggju fløgu.
Henda seinasta fløgan fær 4 av 5 stjørnum frá Sjællands Tidende av Kristina ElkjærRicken hon sigur m.a.
»Denne CD repræsenterer, ifølge bandet selv en mere kommerciel side af deres repertoire, men det gør det dog ikke værket dårligere, tværtimod er det mange flere opfindsomme momenter på denne CD . Kvaliteten virker bedre end på den forrige. Især lyden. Alle fire numre er flotte med hver sin helt egen stemning, lyd og følelse. Det er flot at bandet har fårmået at bevaret en smule originalitet i hver eneste nummer og samtidig holde sig inde for samme genre. Stilen er uden sammenligning, takket være fem meget talentfulde musikere med hver sin idé og inspirationskilder, som blues, rock, heavy og death metal som bliver mixet til en meget bred og i øre hængende stil.«
Hon heldur áfram ..» Hvis bandet sørger for at holde samme standard som de har gjort indtil videre skulle det undre mig meget om ikke der skulle komme et tilbud på et eller andet tidspunkt .Hvert nummer på denne cd har en lille historie, men i bund og grund handler teksterne mest om springet fra Færøerne til Sjælland som forsanger Jens Jacobsen tog for et par år siden, og om at skrive musik for at finde en indre fred, nogle ret »dybe« emner.
Teir eru kendir
fyri at spæla gott live
»Delete The Junk« sum er samansett av : Jens Jacobsen, sang, Arngrím Jacobsen, guitar, Erling Strauss, guitar, Kenni Heicker, bas og Jesper Heidelbach á trummur. Hesir eru sera dugnaligir á palli tvs. Soleiðis er eisini skriva um hesar føroysku og donsku garparnar fra »Delete The Junk« ma. stóð hetta í lokalblaðið eftir teirra vitjan í Ringsted Rock -Cafeen. - citat »Aftenens første band var Delete The Junk. Bandet har kun spillet sammen i et par år, men det kunne man ikke høre på musikken. De spillede simpelthen så godt sammen at man skulle tro at de aldrig havde lavet andet. De fremmødte fik musik i noget af den højeste kvalitet der længe er set af et amatørband i Ringsted Rock-cafe.«
Útlitini eri fyri at fáa altjóða gjøgnumbrot
? Ja, hetta eru góð orð at fáa frá donskum fjølmiðlum, sigur føroyingurin Jens Jacobsen, sum er forsangari í Delete The Junk. Og hann leggur aftrat:
- Tað er ein fíggjarligur spurningur, nær vit hava ráð at geva eina veruliga fløgu út, men tað hevði verði gott at fingið onkran sáttmála í lag við okkurt útgevarafelag. Vónandi eru vit betri fyri nú eftir hesa góðu umtalu frá donsku fjølmiðlunum.
Hann leggur aftrat, at tað er sera trupult at fáa fatur á tey rættu fólkini og harvið fáa kontaktirnar í lag. Hann vónar at fáa eitt gjøgnumbrot ikki bert í Danmark men eisini í altjóða høpi.
Hava tit ætlanir um at geva konsertir ella spæla til dans í Føroyum ?
- Vit kundi eisini hugsað okkum at blivi kendir í Føroyum, vit arbeiða við at senda okkara nýggjasta heimagjørdu fløgu til Útvarp Føroya ,- so nú fara vit at sýggja hvussu spyrt burtur úr tí. Annars eru eisini møguleikar fyri at vit kunnu koma til Føroyar at hava konsertir ella spæla til dans onkustaðni í Føroyum, soleiðis at fólk fáa høvi at hoyra okkum, sigur føroyingurin Jens J. Jacobsen forsangari í »Delete The Junk« at enda.