Delta fer at frysta makrel

Á fundi í Trongisvági fyrr í heyst varð upplýst, at Delta Seafood, sum hevur keypt virkið, ið Faroe Seafood átti á Tvøroyri, arbeiðir við eini ætlan um at frysta makrel á virkinum

Tá Javnaðarflokkurin legði sonevnda skattauppskotið fram á fundi í Ítróttarhøllini í Trongisvági fyri nøkrum vikum síðan, varð upplýst, at Delta Seafood, sum nú eigur stóra flakavirkið í Tvøroyri, hevur ætlanir um at frysta makrel á virkinum í komandi makrelvertíð.

Føroysk móttøka
Í løtuni veit eingin, hvussu stór føroyska makrelkvotan verður í komandi ári. Í ár ásettu Føroyar sær sína egnu kvotu, og soleiðis var eisini í fjør. Strandalondini, sum umsita makrelin, kundu ikki semjast, og tí ásettu øll londini sær sína egnu kvotu. Tey 150.000 tonsini, sum Føroyar ásettu sær í ár, eru eitt veldugt tilfeingi – eisini tá tonsini, sum verða latin russum í býti við tosk, eru drigin frá.
Makrelurin hevur skapt stór virðir í Føroyum, men semja er um, at vit eiga at verða betri fyrireikað, soleiðis at væl meiri kann fáast burtur úr hesum tilfeingi.
Sum er, er bara ein rímiliga stór móttøka á landi, og tað er Faroe Pelagic í Kollafirði. Virki hevði kortini ikki megnað at tikið ímóti øllum makrelinum, sum føroysk skip veiddu seint í summar og í heyst. Úrslitið gjørdist, at risastóra móttøkuskipið, Layfayette, kom í føroyskan sjógv og tók ímóti einum stórum parti av føroysku makrelkvotuni. Skipið hevur nógv størri móttøkuorku enn virkið í Kollafirði, og tí gekst væl hjá føroyskum skipum at sleppa av við makrelin til stóra móttøkuskipið.

Hvalbingar frystu
Eitt fiskavirki, sum gjørdi royndir við at keypa og frysta makrel, var fiskavirkið hjá TG Seafood í Hvalba. Virkið frysti nakrar lastir av makreli, men nú bendir mangt á, at suðuroyingar ætla sær at gera meiri við makrel, um vertíðin komandi ár fellir á sama hátt sum í ár.
Á fundi í Trongisvági, tá Javnaðarflokkurin legði fram sítt skattauppskot, varð upplýst, at Delta Seafood, sum nú eigur stóra fiskavirkið á Tvøroyri, ætlar sær at frysta makrel á virkinum á Tvøroyri komandi vertíð.
Hetta er ein spennandi ætlan, sum hálar í rætta endan, har tað í størri mun verða føroysk virki og føroysk arbeiðsfólk, sum fáa ágóðan av hesum tilfeingi.