Delta frábrigdið staðfest í Føroyum

Trý fólk vórðu smittað, men smittan er avbyrgd

Delta koronufrábrigdið, sum eisini hevur verið rópt fyri indiska fyribrigdið, er nú staðfest í Føroyum.

 

Herfyri varð ein persónur, sum kom til Føroya úr útlondum, staðfestur smittaður við kanningini á triðja degi. Viðkomandi hevur smittað tveir aðrar persónar, men síðani eru smittan avbyrgd.

 

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur greinað kanningarúrslitið nærri, og greiningin vísir, at talan er um delta frábrigdið, eisini kallað B.1.617.2.

 

Bæði tann smittaði persónurin og tey, ið viðkomandi hevur verið í sambandi við, hava tað gott, og í løtuni bendir einki á, at onnur í Føroyum eru smittað við delta koronufrábrigdinum.