Eitt ferðafólk, sum kom til Danmarkar við flogfari úr Portugál, hevur fingið staðfest sonevnda Delta pluss frábrigdið. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at hetta frábrigdið av koronu-virus er staðfest í Danmark.
Danskir miðlar skriva, at tilburðurin varð ávístur hin 21. juni, men tað var ikki fyrr enn í gjár, skrivar Statens Serum Institut, at tað endaliga varð staðfest, at talan er um Delta pluss frábrigdið av koronu-virus.
Bæði persónurin, sum hevur fingið staðfest Delta pluss og øll tey ferðandi í flogfarinum, sum viðkomandi var við úr Portugál, eru nú í kravdum sóttarhaldi.
Sambært danska serumstovninum, hevur eingin annar í flogfarinum higartil fingið ávíst hetta frábrigdið.
Delta-frábrigdið av koronu-virus hevur áður verið kent sum indiska mutan-frábrigdið og smittar verri enn onnur frábrigdi av koronu-virus. Virusið hevur nevniliga elvt til stóra smittuspjaðing í India.
Sambært Statens Serum Institut er Delta pluss frábrigdið higartil staðfest í fleiri enn 80 londum kring heimin, og eitt nú í Stórabretlandi hevur frábrigdið gjørt, at smittutølini aftur eru nógv økt.