Demensrakt vórðu gloymd

Annika Olsen harmast, at løgmaður ikki tók demensøki við í ólavsøkurøðuna.

Meðan Annika Olsen og Karsten Hansen sótu sum landsstýrisfólk við ávikavist almanna- og heilsumálum, varð ein demensætlan orðað, og sambært Anniku raðfestir sitandi samgonga ikki ætlanina nóg frammarlaga.

 

- Vit hava ikki ráð at lata vera við at raðfesta hetta økið fíggjarliga. Lata vit standa til, er tað ikki bert tann einstaka familjan, ið verður rakt av sjúkuni, men tað kann gerast ein enn dýrari smeitur fyri tað føroyska vælferðarsamfelagið, sigur tingkvinnan fyri Fólkaflokkin.

 

Annika Olsen harmast um, at løgmaður ikki tók evni upp í ólavsøkurøðuni, umframt, at einans 250.000 krónur eru sett av til demensøki.

 

- Hendan upphædd er alt ov lítil til at impelementera alla demensætlanina. Sambært fíggjarlógartekstinum røkka hesar 250.000 bert til at lýsa hvusu demensøkið eigur at skipast í framtíðini, sigur hon.

 

Lesið alt lesarabrævið hjá Anniku Olsen her.