Demokratarnir eru farnir úr landsstýrissamgonguni í Grønlandi eftir slakar tíggju mánaðir.
Orsøkin er millum annað spurnigurin um búskaparligt sjálvstýri, har flokkurin ikki er nøgdur við kósina hjá javnaðarflokkinum Siumut, sum er leiðandi flokkurin í samgonguni.
– Vit halda altíð, at vit skulu klára okkum uttan stuðul. Vit vita ikki longur, um leiðslan í Siumut heldur tað sama, ella um flokkurin hevur skift kós. Tað kunnu vit ikki góðtaka, tí fara vit, sigur Jens Frederik Nielsen, formaður í Demokratunum, á tíðindafundi.
Tað skriva grønlendska kringvarpið KNR og Sermitsiaq.ag.
Slitið er íkomið eftir formansuppgerð í Siumut eins og ein námverkætlan við Kuannersuit, har útvinnast skal uran og sjáldsom ráevni.
Harumframt er kravið um, at fleiri almennir stovnar skulu flytast út á bygdirnar.
Demokratarnir hava tríggjar limir í Naalakkersuisut, sum er grønlendska landsstýrið. Harvið eru tríggir sessir tómir, og hevur Kim Kielsen, landsstýrisformaður, fyribils tikið við málsøkjunum.
Hann kann velja at halda fram við minnilutastjórn, sum hann áður hevur gjørt. Nú eru bara Siumut og Nunatta Qitornai, sum á føroyskum merkir Landsins Eftirkomarar, í landsstýrissamgonguni.
Demokratarnir vilja hava nýval, men tað er enn óvist, um so verður.
– Vit ynskja, at nýval verður skrivað út beinanvegin, sigur Jens Frederik Nielsen.
Demokratarnir, ella Demokraatit, er ein sosialliberalur flokkur, sum varð stovnaður í 2002.
Fram til mai í 2020 vóru Demokratarnir stuðulsflokkur hjá samgonguni. Men tað vilja Demokratarnir heldur ikki vera longur. Flokkurin fer at taka støðu frá máli til mál.
Sambært Sermitsiaq.ag hevur andstøðuflokkurin IA júst hildið fyrsta fundin við nýggja formannin hjá Siumut, Erik Jensen.
Roknað verður við, at IA fer at krevja, at námsverkætlanin verður steðgað, um tey skulu koma upp í landsstýrið. Verkætlanin hevur verið 14 ár á veg, og hava verið hildnir fleiri borgarafundir um ætlanina.
Serliga í Suðurgrønlandi er mótstøða ímóti verkætlanini. Felagið hevur enn ikki fingið rættindini.
Fyrr í dag skrivaði KNR, at kinesiski Shenghe Resources fær atgongd til Kuannersiut, um námið verður veruleiki.
Danmark hevur ávarað ímóti stórum kinesiskum íløgum í Grønlandi.
/ritzau/