Í summar fór føroyski sorinskrivarin frá, og nýggjur skal tí tilnevnast. Tað er ein danskur stovnur, sum ger tilmæli og ein nevnd, ið blástemplar tann nýggja høvuðsdómaran í Føroyum. Stjórin í føroyska lands-bankanum skal ikki greiða fólkavaldum tingfólki frá, hvønn politikk hann fer at føra. Føroyskir sýslumenn verða tilnevndir av donskum myndugleikum, ovasti løgfrøðingur hjá landinum er settur í starv of verður sitandi til hann verður pensjoneraður uttan val ella fólkavalda góðkenning. Før-oyskar kommunur læna pengar uttan at fólkið verður spurt eftir. Lógir verða samtyktar á tingi uttan at nøkur teirra verður løgd fyri fólkið til góðkenningar.
Alt hetta er øðrvísi í USA. Tann meinigi maðurin í amerikanska samveldinum skal í november seta onkustaðni ímillum 20 og 100 ymsar krossar. Valdið er hjá fólkinum, og fólkið velur hvør skal stýra og ráða, fólkið tekur støðu til týðandi spurningar.
Í USA eru 50 limalond (statir), síðani er høvuðsstað-urin Washington D.C., fleiri atlond sum t.d. Puerto Rico og (fyrrverandi donsku) Vestind-isku Oyggjarnar. USA viðurkennir eisini umleið 540 indiansk upprunafólk sum tjóðir við fullveldi. Hvør av hesum eindunum hevur sína stjórnarskipan og síni fólkavaldu embæti.
Í statinum Louisiana, har eg skrivi hesar reglur, vóru tey fyri á stuttum á vali og valdu m.a. dómarar, sýslumenn og tóku støðu til uppskot um broyting í grundlógini hjá statinum. Fyrr í ár vóru tey á uppstillingarvali hjá flokkunum, og í november kunnu summi val fara yvir fleiri umfør, har tvey tey fremstu valevnini fara víðari.
Í flestu støðum eru tað heldur ikki krossar, sum fólk seta. Mangar ymsar skipanir verða brúktar, summi brúka holkort, sum síðani verða tald við teldu, enntá teldur verða brúktar. Stórt orðaskifti er um allar hesar skipanir; og tey, ið minnast forsetavalið seinast, koma í hug stríðið um holkortini í Florida. USA er so demokratiskt, at tey hava tekniskar trupulleikar telja allar atkvøðurnar.
Føroyingar hava nærum heims-met í demokratii við oman fyri 90 % valluttøku til løgtingsval. Men sjálvt fyri okkum kundu øll hesi valini helst verið ørkymlandi. Veljarar, sum skulu taka støðu til so nógv mugu fylgja væl við - ella lýta á ráð frá øðrum.
Júst hetta ger, at nógv fólk fara ikki á val í USA, tað er ov nógv at taka støðu til. Eisini merkir hetta, at nógvir pengar skulu til vastríðið og at nógv líta á tilmæli frá felagskapum og týðandi fólki.
Annar spurningur eru tær mongu ymsu valskipanirnar. Vanliga verða tingmenn valdir í einmasvaldømum, og seinnu árini eru valdømini alt meiri tillagað soleiðis, at sitandi tingmaðurin varðveitir seissnin. Hetta kann samberast við, at Anfinnur Kalsberg umboðaði Viðoynna og ein part av Klaksvík, har væntandi var at nógv fólkafloksfólk búðu, Alfred Olsen umboðaði Toftir og Strendur, og Høgni Hoydal Kirkjubø, Velbastað og partar av Hoyvík.
Hesar valskipanir gera, at av teimum 435 limunum í umboðsmanntinginum hjá samveldinum, kunnu einans eini 20-30 væntast at skifta flokk, og republikanararnir eru tí rættiliga vísir í at varveita valdið har. Størri spenningur eru um senatsvalið, tí hvør statur velur sín senator og umleið 10 av teimum gott 30, ið standa fyri valið, kunnu skifta flokk.
Forsetavalið er bert eitt val av mongum.