Demokratia fegnast um stigið hjá Sambandsflokkinum fram á javnstøðuleið, nú flokkurin hevur kosið sær Rósu Samuelsen sum landsstýrisfólk
- Við at seta eina kvinnu saman við tveimum monnum í landsstýrið hevur Sambandsflokkurin víst seg sum ein modernaðan og framburðssinnaðan flokk, sum ikki góðtekur status quo, men torir at bróta upp úr nýggjum og skilir fyrimunirnar við at gagnnýta alt menniskjutilfeingið, sigur Demokratia, sum ynskir Sambandsflokkinum stórt tillukku.