Demokratia við nýggjari bók um kvinnur í kommunupolitikki

Bókin "Kvinnur í kommunupolitikki 1918-2018" verður latin ókeypis

Bókin ”Kvinnur í kommunupolitikki 1918-2018” er komin út í desember, og framløga av bókini verður í Mettustovu úti á Reyni týsdagin 18. desember klokkan 19.

 

Bókin kemur út í sambandi við, at tað í 2018 eru 100 ár, síðan fyrsta kvinna, Johanna Mortensen í Froðba, 53 ára gomul, varð vald í eitt kommunustýri. Í bókini verður viðgjørt nakað av tí, sum fór fram, áðrenn og eftir at kvinnur fingu valrætt og valbæri.

 

Í bókini verður m.a. spurningurin, hví so fáar kvinnur eru umboðaðar í kommunupolitikki, og hvussu tær umboða mál í kommunuhøpi, viðgjørdur í fleiri greinum. Eisini er yvirlit yvir, hvørjar kvinnur eru fyrst valdar í ymsu kommunustýrunum frá 1918 til í dag. Haraftrat er yvirlit yvir marksetandi, søguligar hendingar, sum hava havt og framvegis hava týdning fyri kvinnur.

 

Ein av uppgávunum hjá Demokratia er at upplýsa, og tí verður bókin latin ókeypis. Øll kunnu ogna sær eitt eintak á bókasøvunum kring landið ella til ókeypis tiltakið í Mettustovu 18. desember, sum byrjar klokkan 19. Til tiltakið bjóðar Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia, vælkomin, og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, sigur nøkur orð. Eisini framførir Yöhna nøkur løg, og Demokratia bjóðar kaffi, te og køkur.