Demokratiið er komið til Føroya!

-

Nakað herfyri bað sjónvarpið okkum tey tíðindi, at teleslynga var løgd í tingsalin. Hetta vóru gleðiboð fyri okkum í Felagnum fyri Hoyribrekað! Alt síðan felagið varð sett á stovn fyri 8 árum síðani, hava vit gjørt vart við, hvussu stóran týdning tað hevur, at teleslyngur verða lagdar, har nógv fólk savnast. Hetta er eitt lutfalsliga bíligt hjálpartól til okkum, ið av einihvørji orsøk ikki hoyra væl. Ein stórur partur av føroyingum hevur niðursetta hoyrn, og eingin orsøk er til at halda, at hetta ikki eisini kann raka tinglimir - kanska serliga, tá teir eldast.


Nakað seinni frættu vit eisini, at Læraraskúlahøllin endiliga hevur fingið teleslyngu, eftir at ein av næmingunum staðiliga hevur arbeitt fyri hesum. Tað er eisini at fegnast um.


Á stovnandi aðalfundi okkara vóru gestir úr hinum norðurlondunum til staðar. Formaðurin í danska felagnum fyri hoyribrekað tók tá soleiðis til: »Í einum landi, sum ikki hevur teleslyngu í sínum parlamenti, har virkar demokratiið ikki!« Hetta hava vit mangan tikið til okkara millum, og tí vilja vit nú ynskja føroyingum til lukku við, at demokraitið er farið at virka. Vónandi fara tey bøttu hoyrilíkindini eisini at merkja, at Føroya Løgting í framtíðini fer at hava eitt opið oyra fyri teimum brekaðu her á landi!


Felag fyri hoyribrekað í Føroyumh;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.

Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.

Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.

Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.


Hans Pauli Strøm,

javnaðarmaður