Demokraturin Jon Ossoff sigur í eini video, at hann nú hevur vunnið senatsvalið í Georgia í USA á republikanaranum David Perdue. Allar atkvøðurnar eru tó ikki taldar enn.
Um sigurin hjá Ossoff verður váttaður, fáa Demokratarnir valdið í Senatinum. Tað fer at geva komandi forsetanum Joe Biden nógv størri møguleikar fyri at fáa sín politikk framdan.
– Georgia, eg sigi túsund takk fyri ta álit, ið tit hava víst mær. Eg eri æraður av stuðuli tykkara og áliti tykkara. Eg gleði meg at tæna tykkum, sigur Ossoff í videofráboðanini.
98 prosent at atkvøðunjum eru taldar í Georgia. Ossoff stendur til at fáa 50,2 prosent, meðan Perdue stendur til at fáa 49,8. Ossoff er nú á odda við góðum 16.000 atkvøðum. Amerikanski miðlar hava ikki torað at útnevnt nakran teirra vinnara.
33 ára gamli Jon Ossoff, sum ger dokumentarfilm, verður yngsti limur í Senatinum, um hann endar sum vinnari.
Amerikanski miðlar hava fyrr í dag útnevnt demokratin Raphael Warnock til sigursharra á republikanaranum Kelly Loeffler í stríðnum um hin sessin í Senatinum úr Georgia.
Tann 51 ára gamli Warnock, sum er baptistaprestur, skal sita tey næstu tvey árini, Loeffler varð útnervnd til, tá Johnny Isakson, senatorur, trektir seg av heilsuáum í fjør vár. Warnock kann tí stilla uppaftur á miðvalinum í 2022.
Endar Warnock við at vinna senatsvalið í Georgia, fer hann at vera tann fyrsti svarti senatorurin, sum er valdur í statinum.
Um valevnini hjá Demokratunum vinna báðar sessirnar í Georgia, so er býtið í Washington 50 senatorar til hvønn flokkin, harvið verður tað sitandi varaforsetin, sum avgerð atkvøðugreiðslurnar, har tað stendur á jøvnum.
Frá 20. januar er varaforsetin í USA demokraturin Kamala Harris.
Chuck Schumer frá Demokratunum verður tann nýggi meirilutaleiðarin í Senatinum, um teir báðir demokratarnir vinna. Hann sigur í fráboðan, at tey longu hava vunnið.
– Tað kennist sum ein nýggjur dagur. Fyri fyrstu ferð í seks ár hava Demokratarnir meirilutan í Senatinum, og tað fer at verða rættiliga gott fyri amerikanska fólkið, sigur hann í fráboðanini.
Eisini Rufus Gifford, fyrrverandi amerikanskur sendiharri í Danmark og varakampanjuleiðari hjá Joe Biden, fegnast.
– Wow. Eg haldi, at vit fara at vinna, stendur í einum tweeti frá Rufus Gifford.
/ritzau/AFP