Ein føroyskur maður varð handtikin av donsku løgregluni sunnumorgunin, tí hann hevði stungið tveir mans niður við knívi leygarkvøldið.
Steen Jensen, kanningarleiðari hjá politinum í Keypmannahavn, sigur við Sosialin, at gerningsmaðurin,
sum hevur føroyskan pápa, gjørdist frá sær sjálvum, tá maðurin, sum nú er í lívsvanda, stjól 18.000
krónur frá honum.
Er enn í lívsvanda
Knívtilburðirnir fóru fram á alfaravegi við tveimum tímum ímillum. Fyrsta hendingin á Istedgade kl.16:40, har ein 32 ára gamal maður varð stungin í ryggin. Einar tveir tímar seinni varð ein 41 ára
gamal stungin í hálsin. Hetta var á horninum millum Skt. Jørgens Allé og Vesterbrogade. Hesin
seinni er sera illa meiddur, allar sinur í hálsinum eru kvettar av, og hann er í lívsvanda. Sambært Steen
Jensen verður maðurin í besta føri lamin frá hálsinum og niður. Tey bæði offrini høvdu onki samband
við hvørt annað.
Kendur í narkoumhvørvinum
Føroyingurin, sum er kendur í narkoumhvørvinum, og gongur undir navninum “Den Gale Færing” varð
eftirlýstur í donskum miðlum longu í leygarkvøldið.
Tá hevði politiið funnið bæði felliknív, Dankort og sjúkratryggingarkort hansara nærhendis seinna gerningsstaðnum.
Maðurin varð handtikin á sjómansheiminum í Nyhavn tíðliga sunnumorgunum, har hann sat og sproytaði seg.
Ákærdur fyri drápsroyd
Steen Jensen sigur eisini, at føroyingurin júst var komin niður aftur við flogfarinum, eftir at hava verið í Føroyum og vitjað pápa sín. Mamman er donsk. 32 ára gamli føroyingurin varð grundlógaravhoyrdur
Seinnapartin sunnudagin, og er nú varðhaldsfongslaður í 25 dagar, meðan politiið kannar málið
nærri. Ákæran ljóðar upp á drápsroynd, men verður broytt, um offrið doyr. Føroyski maðurin, sum noktar seg sekan, var annars á veg til Norðurjútlands, har hann skuldi vitja familjuna. Bæði
føroyingin og ofrini eru úr narkoumhvørvinum, og kendir av politinum í Keypmannahavn