Denna 75

Andrasarmessudag, 30/11, fyllir ein megnarkvinna í Skopun 75 ár.

Kann tað bera til, at Denna, sum er so røsk og ber seg so væl, er sjeytifimm ár? Jú, so er.
Hon er eitt sindur lítillátin og tekur neyvan undir við heitinum, megnarkvinna, men tað er hon so sanniliga. Mong munnu taka undir við tí.


Hoyrdi um ein heimasandsmann, sum einaferð bjóðaði einum kollfirðingi inn á gólvið at heilsa upp á ta avgomlu ommuna á Sandi. ”Hvat heldur tú um ommuna?” spyr heimasandsmaðurin. ”Ikki er hon stór!”svarar kollfirðingurin.


Ikki er Denna stór á vøkstri, men mikil er hon, eitt ótrúliga stórt og hjartagott menniskja.
Gestablíð er hon sum fáur; mangur hevur sitið væl og notið blíðskap í heimi teirra á Snávalsheyggi í Skopun.
So veit hon eisini so nógvar, góðar gamlar, stuttligar søgur at siga frá, bæði úr Skopun og aðrastaðni úr Sandoynni. Tað ger ikki mun, hvat tosað verður um, so kann Denna krydda prátið við onkrari av sínum søgum. Tað er hugtakandi.


Annars eru tey bæði hjúnini fróðarfólk. Tað er ikki smávegis, tey duga uttanat av sálmum og fosturlandssangum og hann av kvæðum. Eisini sera hugtakandi.


Góða Denna! Vit takka Gudi fyri, at tú gjørdist so birg aftur. Harrin, sum tú hevur sett títt álit á, gevi tær blíðan byr víðari fram á lívsins havi. Takk fyri, at tú ert tann, sum tú ert.

Hjartaliga til lukku við føðingardegnum!
 
Heilsan
Eyðun