Mikuvkvøldið var samgonga eisini skipað í Vágs Býráði.
Samgongan er ímillum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. Borgarstjóri verður Dennis Holm úr Tjóðveldi og varaborgarstjóri verður Eydis Kjærbo úr Javnaðarflokkinum.
Semja er um at flokkarnir fáa tveir nevndarformenn í part.
Partarnir eru samdur um yvirskipaðu málini næstu fýra árini, men Dennis Holm sigur, at tey fara ikki at seta fleiri orð á tey málini enn, tí hesar næstu vikunurnar skulu brúkast til at ítøkiliggera tey meiri nágreiniliga
Hini í býráðssamgonguni eru Sirið Stenberg, Danjal Bjarkhamar og Anna Brattaberg Samuelsen úr Tjóðveldi, og Poul W. Augustinussen og Tórður J. Poulsen úr Javnaðarflokkinum