info
Ongi úrslit

Dennis og Sirið: Suðuroyartunnilin er ein átrokandi nýskipan

– Suðuroyartunnilin er ikki treytaður av øðrum nýskipanum, men nettupp ein partur av nýskipanunum

Dennis Holm og Sirið Stenberg
26. juli 2024 kl. 14:13

Í Dimmalætting í dag er samrøða við landsstýriskvinnuna í Fíggjarmálum, har hon m.a. vísir á, at neyðugt er við sparingum og nýskipanum áðrenn farast kann undir Suðuroyartunnilin.

At kalla øll politiska skipanin er samd um, at neyðugt er at fremja nýskipanir fyri at tryggja haldføri í føroyska búskapinum. Samgongan hevur longu framt tillagingar í skipanum fyri at betra um haldføri – og er haldføri eisini eitt av høvuðsevnunum, sum er sett á politisku dagsskránna í heyst. -Har skulu loysnir til, har bæði samgongan og andstøðan er við í loysnunum, tí tær mugu verða varandi – og loysnir fara eisini at verða framdar.

Tað er ikki rætt at knýta hesar sparingar og nýskipanir saman við Suðuroyartunlinum. Tí Suðuroyartunnilin er nettupp ein av átrokandi nýskipanunum – tað tykist politiska skipanin eisini í stóran mun verða samd um!

Í dag eru umleið 90% av føroyafólki knýtt saman í eitt og sama veganet. Tað er sjón fyri søgn hvussu gongdin og dynamikkurin í hesum pørtunum av landinum er ávirkaður av íløgunum í nýskipanir av samferðslukervinum – ávirkaður av íløguni í einum skifti frá siglandi farleið til undirsjóvartunlar.

Sama gongd og sami dynamikkur er ikki sjónligur í Suðuroynni, heldur tvørturímóti – eina og aleina tí Suðuroyggin framvegis er avskorin og avmarkað við siglandi farleið. Tí er neyðugt við einari átrokandi nýskipan – at fara frá siglandi farleið um Suðuroyarfjørð til undirsjóvartunnil.

Síðan tíðliga á vári í 2023 hevur verið arbeitt miðvíst við at greina og lýsa øll viðurskifti kring Suðuroyartunnilin. Tað arbeiðið er nú komið somikið langt, at almenningurin innan stutta tíð fær innlit í hesi viðurskifti. Allir flokkar á Løgtingi hava verið partur av fylgibólki, sum hevur fylgt arbeiðinum.

Fíggjarligi parturin sær ómetaliga spennandi út.

Fyri á leið somu upphædd, sum í dag verður brúkt til eina siglandi farleið – við øllum teimum avmarkingum sum eru í tali av fráferðum, at siglt verður ávísar tíðir, í avlýsingum vegna veður ella brek, í avmarkingum í tali av ferðafólkum, bilum og farmi – kann skipast loysn við undirsjóvartunli, har tænasta broytist frá at verða avmarkað til at verða ein 100% tænasta.

Í fíggjarliga partinum er als ikki tikið hædd fyri búskaparvøkstrinum, sum fer at standast av, at Suðuroyggin verður knýtt uppí vegakervið, sum 99% av føroyingum tá verða partur av.

Suðuroyartunnilin er ikki treytaður av øðrum nýskipanum, men nettupp ein partur av nýskipanunum. Sum samfelag fara okur at fáa nógv meiri fyri pengarnar til ein Suðuroyartunnil enn til verandi siglandi farleið um Suðuroyarfjørð.

Hetta eru øll greið um, eisini landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum – og okur eru samd við henni, tað er neyðugt at fremja sparingar og nýskipanir í samfelagnum fyri at tryggja haldføri. Ein av teimum nýskipanum er Suðuroyartunnilin, sum Løgtingið eisini væntandi fer at samtykkja og at seta gongd á í heyst.

Dennis Holm og Sirið Stenberg

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Atlantic Airways keypir tvey nýggj flogfør

1 tími síðan
Tíðindi

Soleiðis verður dagurin hildin á Tvøroyri

1 tími síðan
Tíðindi

Støre er ósamdur við Mette

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 skal til Póllands

3 tímar síðan
Tíðindi

Barnaárini hoyra børnu­num til – ikki tøkni­risunum

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður: Vit vilja hava snild­fon­ir­nar úr skúlu­num

3 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu dansar norðlýsið?

3 tímar síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen er ivingarsom um samrøður við Putin

4 tímar síðan
Tíðindi

Heilsuhjálparafelagið hóttir við verkfalli

4 tímar síðan
Tíðindi

Fara at reinsa UV-anlegg

4 tímar síðan
Tíðindi

Sambandsflokkurin heldur heystfund leygardagin

5 tímar síðan
Tíðindi

Bankarnir høvdu 286 mió. kr. í yvirskotið fyrra hálvár 2026

5 tímar síðan