Dennis vitjaði í Nes kommunu í morgun

- Við vitjanini vildi landsstýrismaðurin kunna seg nærri um landsvegakervið í kommununi.

Fyrrapartin í dag hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnu-og samferðslumálum, Dennis Holm, vitjað í Nes kommunu.

 

- Við vitjanini vildi landsstýrismaðurin kunna seg nærri um landsvegakervið í Nes kommunu, siga tey á Toftum.

 

Í Nes kommunu fegnast tey um áhugan hjá landsstýrismanninum, samstundis sum tey takka honum fyri vitjanina í morgun.