Depp hatar USA

Superstjørnan Johnny Depp (44), hevur sagt, at børn hansara ongantíð skulu vaksa upp í USA. Í løtuni býr Depp, sum er kendur fyri altíð at átaka sær øðrvísi leitlutir í filmum og klára seg super hóast alt, í Frankaríkið saman við fronsku konuni Vanessa Paradis og børnum teirra, Lily-Rose (8) og Jack (5). Tað tykist ikki sum, at Depp hevur ætlanir um at venda nøsuni heimaftir til USA ? ikki enn, í øllum førum.

 

Fyri einum hálvum ári síðani fekk dóttir hansara eina nýrasjúku og hetta sær út til at hava fingið kenslurnar fram í Depp. Hann hevur sagt, at børn hansara ongantíð skulu verða noydd til at vaksa upp í tí amerikanska samfelagnum eins og hann sjálvur var. ?Eg eri ordiliga bangin fyri at lata dóttur mína vaksa upp har. Eg eri ikki serliga glaður fyri amerikanska samfelagið. Vit liva í eini tíð, har alt er farið ov langt. Tað ein ljótur heimur,? sigur Depp sjálvur um hetta evnið.