Desmond Tutu á størstu norðurlendsku bókamessuni

Suðurafrikanski erkibiskupurin Desmond Tutu vitjar í Svøríki í hesum døgum. Har er hann høvuðsnavnið á størsta norðurlendsku bókamessuni ?Bok og bibliotek? í Göteborg. Av Arnbjørn Ó. Dalsgarð

Stóra árliga bóka- og bókasavnsstevnan Bok & bibliotek lat upp í Göteborg hósdagin 27. september. Við sínum fleiri enn 100.000 vitjandi og nærum 1000 framsýnarum árliga er hon nógv tann størsta bókastevnan í Norðurlondum. Á hvørjum ári er eitt høvuðstema á stevnuni, og í ár er tað Estland, við denti á estiskar rithøvundar og estiskar bókmentir.

Hetta umframt eru hópin av øðrum tiltøkum um eina ørgrynnu av evnum. Høvuðsnavnið á stevnuni í ár er suðurafrikanski erkibiskupurin Desmond Tutu, sum fekk friðarheiðursløn Nobels í 1984. Ein nýggj stór ævisøga er júst skrivað um hann, og leygardagin fer Desmond Tutu so at siga frá hendingaríku søgu sínari um fátækadrongin úr rakbýlinginum, sum gjørdist fyrsti litti erkibiskupurin í Suðurafrika og ein av heimsins fremstu stríðsmonnum fyri mannarættindum.

Bok & bibliotek heldur fram til sunnudagin 30. september.