Í kvøld klokkan 19:30 verður konsert í Vágs kirkju.
Har fer Det Ny Kammerkor at framføra. Hetta er undir heitinum Et Sommerdøgn, en musikalsk fortælling fra daggry til skumring.
Sagt verður um kórið, at tey syngja m.a. á føroyskum, donskum og svenskum.
Kórið hevur verið virkið síðani ár 2000 og á leið 40 sangarar eru í kórinum. Kórleiðari er Anders Gaden.
Á konsertini í Vágs kirkju í kvøld luttekur kirkjukórið Ljómur.
Meira er at frætta um vitjandi kórið á www.detnykammerkor.dk










