Detailprojektið handað

Í dag hava umboð fyri Havstovuna latið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, detailprojektið av nýggjum havrannsóknarskipi.

Í stuttari røðu segði stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, at detailprojektið er sera væl úr hondum greitt, og at skipið lýkur øll framtíðar krøv, eins og skipið dekkar allan tørv, ið rannsóknir innan havtilfeingi krevja.

Stjórin á Havstovuni heitti á landsstýrismannin um at bera so í bandi, at skipið varð bygt alt fyri eitt.

Við móttøku av detailprojektinum takkaði landsstýrismaðurin fyri tilfarið, ið lýsir ætlanina nágreiniliga.

Landsstýrismaðurin kom ítøkiliga inn á spurningin um fígging og nevndi, at ætlanin er at finna alternativan fíggingarhátt til ætlanina í mun til vanliga fígging á løgtingsins fíggjarlóg.

Landsstýrismaðurin segði seg vóna og metti, at byggingin av skipinum – við alternativari fígging – kann setast í verk innan stutta tíð.

Tað skrivar Fiskimálaráðið á síni heimasíðu í dag.

Leggjast kann aftrat, at sjálv projekteringin er gjørd av Havstovuni, Mest og Atlantic Marine Surveyors.