DETLEF WILDRAUT SJEYTI

Í skaranum av forvitnum ferðamonnum og –kvinnum, sum gjøgnum øldirnar hava leitað til okkara lítla og avbyrgda oyggjaland, hava týskarar ella týskmælt fólk altíð havt ein sjónskan leiklut. Carl Julian Graba kom henda vegin í 1828 og skrivaði eina forvitnisliga dagbók frá síni ferð. Fyri fyrra kríggj vitjaði Carl Küchler í Føroyum, og í 1913 kom hansara verk Die Färöer, ið tilsamans var 300 síður. Millum onnur úr tí týska mentanarøkinum, sum hava ferðast hendan vegin og skrivað bøkur og greinar um oyggjarnar, kunnu verða nevnd Else Zimmermann og Ernst Krenn, doktari. Sum heild hava hesi ferðafólk lagt seg eftir at lýsa náttúru og fólkalív.

Ein maður úr hesum liði, og so sanniliga ikki tann lakasti, Detlef Wildraut, verður í dag 70 ár. Detlef varð føddur tann 7. august 1937, í bygdini Burbach í valdøminum Siegen í Nordrhein-Westfalen í Týsklandi, og er sostatt ein av teimum mongu týskarum, sum vuksu upp undir tí skugga av ruðuleika og oyðing, sum nazisman og annar heimsbardagi varpaðu yvir teirra land. Pápi hansara æt Wilhelm Wildraut, mamman æt Gerda og varð fødd Klein.

Sama heyst flutti familjan til býin Hagen, men tá ið pápi Detlef á heysti 1942 varð innkallaður til krígstænastu, flutti mamman við børnum sínum aftur til Burbach, har Detlef vaks upp í húsunum hjá abbanum og ommuni. Detlef tók studentsprógv í 1957 á Fichte-studentaskúlanum í Hagen, las síðani gudfrøði á ymiskum lærdum háskúlum, tók sítt fyrra gudfrøðiliga prógv í 1963 og tað seinna á vári 1966. Detlef hevur virkað sum prestur, men tó einamest sum lærari í gudfrøði. Hann giftist í 1967 við Dorotheu Hangebrauck, sum er pedagogur. Hjúnini fingu børnini Daniel og Ruth og hava í dag eisini abba- og ommubørn. Tey búgva í býnum Witten, nakað sunnan fyri Dortmund.

Í 1988 bar so á, at Detlef, sum sóknaðist eftir einum frítíðarmiði, bar eyga við eitt danskt upplýsandi rit fyri ferðafólk, har hann fyrstu ferð las um Føroyar og sá myndir haðani. Hansara forvitni varð vakt, hann gjørdi av at fara at ferðast til hetta landið, men sær sjálvum líkur vildi hann fyrst læra seg málið. Frá Arnold Busck í Keypmannahavn fekk hann sendandi bókina hjá W.B. Lockwood um føroyskt, og hann kom so til Føroya á sumri 1988 og búði her í tvær vikur.

Tilvildin hevði lagað tað so, at á heysti árið fyri høvdu týskir frímerkjasamlarar, staddir í Köln, gjørt av at stovna eitt týskt-føroyskt felag. Tá ið felagið so varð stovnað, hetta hendi tann 8. oktober 1988 í Düsseldorf, fekk Detlef fundarboð og gjørdist limur. So við og við bleiv Detlef drigin inn í felagsarbeiðið, hann gjørdist skrivari í felagsnevndini í 1992 og formaður í 1997 og fór so við og við at lata tilfar til tað blað, felagið var farið at geva út, sum fekk navnið TJALDUR. Felagið fekk annars navnið Deutsch-Färöischer Freundeskreis, t.e. Týskt-Føroyskt Vinafelag.

Sum tað skilst av hesum fáu og knøppu upplýsingum, er Detlef Wildraut ikki nakar vanligur ferðamaður og føroyavinur. Vit mongu í Føroyum, sum hava ta gleði at kenna henda mann, kenna Detlef sum ein trúgvan vin og eitt arbeiðsgrev, næstan sum eina íholdan av orðatakinum: fram kemur hann ið hóvliga fer.

Sum árini eru gingin, hevur hann vunnið sær dygga og djúpa vitan um Føroyar, um søgu, politikk, landalæru, búskap, list og bókmentir. Hann hevur verið her 12 ferðir, og hvørja nýggja ferð brúkar hann til at fáa meiri vitan, varðveita og víðka síni vinarbond, fáa nýggjar vinir og kenningar og annars brúka eygur og oyrur. Fruktirnar av hesum arbeiði eru til skjals í teimum mongu greinum, ritgerðum og ummælum, hann hevur almannakunngjørt í tíðarritinum TJALDRI, seinast eini drúgvari og framúr áhugaverdari grein um klaksvíkarstríðið, eitt kapittul í Føroya nýggjaru søgu, sum vit føringar annars tykjast at mala rundan um sum hundur um heitan greyt.

Umframt at vera gudfrøðingur, ið hevur stóra almenna vitan um heimspeki, politikk og søgu, er Detlef Wildraut eisini málsligur fróðarmaður við óvanligari breidd. Aðalreglan hjá honum er, at kemur hann til eitt nýtt land, vil hann, veri landið stórt ella lítið, tala við fólkið har á fólksins egna máli, og sostatt lærir hann seg altíð, undan eini ferð, landsins mál.

Sjálvur hevði eg ta gleði, staddur í Lübeck í summar, at eta nátturða eitt kvøldið á eini turkiskari matstovu í Engelsgrube, saman við Detlef og felagsvini okkara, Norbert Vogt, sum eisini er nærlagdur og arbeiðssamur føroyafrøðingur, og sum hevur verið ritstjóri á TJALDRI øll árini.

Eg bað tá Detlef greiða okkum frá sínum málkunnleika, og meðan Ave Maria, Beethovens midnáttarsonata og Pavarotti sýntust at sveipa seg, við alsamt litfagrari veingjum og alsamt meira hækkandi árini, um okkara sinni, fortaldi hann um sína málsligu víðkanarferð. Detlef er lítillátin maður, eingin orsøk er til at blása snjallan í lúður um hetta, men Tatsache ist, at hesin stillføri maður dugir (hugsi eg) sekstan mál, tey flestu væl, nøkur rættiliga væl, teirra millum, umframt klassisk mál og tey vanligastu europeisku málini, nýhebraiskt, katalanskt, portugisiskt, danskt og nakað av arabiskum.

Millum tey mál, Detlef dugir væl, er eisini føroyskt, sum Detlef bæði talar, skrivar og lesur. Hann hevur umsett ein hóp av føroyskum greinum og stuttsøgum, eftir bæði mannligar og kvinnuligar føroyskar rithøvundar, og hesar týðingar eru til skjals í TJALDRI. Í hesum sambandi eigur at verða tikið fram, at hetta tíðarritið er merkisvert og eindømi. Tað er eitt seriøst, sera væl frágingið, vísindaliga upplýsandi tíðarrit, við tilfari um øll brigdi í Føroya viðurskiftum. Eitt rit av sama slag er ikki til, hvørki her í Føroyum ella í útheiminum og so sanniliga heldur ikki í Danmark. Ei undur í, at blaðið liggur frammi, sum virðismikil kelda til vitan um Føroyar, á mongum lærdum háskúlum í heiminum.

Teir eru einki minni enn knassar, hesir týskararnir, sum ikki bara megna at geva út eitt dygdargott tíðarrit, men eisini hava givið út stór bókaverk (seinast eina endurútgávu av Lucasi Debes í týskari týðing), og týðandi bibliografisk stórverk. Detlef Wildraut hevur, saman við vinafelagnum, ikki bara virkað dúgliga fyri samstarvi við føroyskar týsklærarar og rithøvundar og skipað fyri, at føroyskir studentar og læraraskúlanæmingar hava kunnað gjørt lestrarferðir til Týsklands, men eisini sjálvur hýst føroyskum næmingum og gjørt útferðir í Týsklandi saman við teimum.

Kanska kundi tað verið undirritaða loyvt í hesum sambandi at komið við einum hugskoti til okkara mentamálaráð, serstakliga ráðharran Jógvan á Lakjuni. So virkið hetta týsk-føroyska felag er og so dygdargott tíðarritið er, er eingin ivi um, at hetta arbeiði kann stuðla upp undir, at Føroyar, okkara mál, bókmentir, list osfr., kunnu koma at rúgva meira upp í akademiskari norðurlandafrøði í tí týskmælta mentanarøkinum. Samstundis er greitt, at mangt plaggið ikki verður loyst úr lagdi, tí felagið rennir seg í peningaligar avmarkingar og ikki, sum norðurlendsk feløg av sama slag, hevur atgongd til almennar grunnar.

Stutt sagt: tørvur er á einum føroysk-týskum mentanarligum samstarvi og einum føroysk-týskum grunni, ið kundi hjálpt til at fíggja týðandi ætlanir, tiltøk, útgávur, umsetingar osfr. Ein slíkur grunnur kundi eisini verið bjargingin, so at tann týsk-føroyska orðabókin, sum (mær vitandi) liggur liðugt skrivað, kundi komið út og verið okkum øllum til gagns.

Detlef Wildraut er nærlagdur maður, sum leggur dent á neyva upplýsing. Skuldi okkurt verið komið skeivt fyri í hesi frágreiðing, biði eg um fyrigeving. Við hesum orðum verður, av undirritaða og (eingin ivi um tað) eisini av ørgrynni av vinum og kenningum í Føroyum, borin tí týsk-føroyska brúbyggjaranum Detlef Wildraut og konu hansara Dorotheu fagnaðarkvøða á hesum merkisdegi. Dustsins ár eru ikki tað tey vóru fyri øld síðani, og sostatt ynskja vit honum eisini framhaldandi ríkan ávøkst í málsnildar og fróðskapar urtagarði.

 

Hanus Kamban