Flestu okkara munnu hava tann óvana, at vit máta øll fremmand ferðamannaskip í norrønunum! Antin er skipið minni enn Norrøna, ella er tað størri. Soleiðis var tað eisini hjá mær sjálvum týsdagin, tá eg var á veg oman á bryggjuna í teimum forkunnugu arbeiðsørindum, at vitja umborð á hesum snotiliga skipi.
Og á vegnum oman, staðfesti eg, at skipið uttan iva var størri enn Norrøna, men hvussu nógv størri dugdi eg ikki at siga, soleiðis uttan at hava hugt í onkra bók eftir tølunum.
Rætt var. »Deutschland« er størri enn Norrøna. Væl størri. Nærum tvær ferðir so stórt, men kortini tekur tað bert helmingin av ferðamannatalinum, sum okkara ferðamannaskip ger.
Well, nú skuldi hetta ikki gerast ein frágreiðing um Norrønu, men um stásiliga gestin, sum bert lá á Havnini í nakrar fáar tímar.
Tað var umboðsmaðurin hjá reiðarínum, Johan Mortensen, sum vegna »die kapitän« hevði boðið okkum umborð, og tað var eisini hann, sum tók ímóti á bryggjuni og leiddi okkum umborð.
Einastandandi vakurt
Tað var ein einastandandi vøkur sjón, sum møtti okkum, tá vit stungu høvdið innum. Ein einastandandi vøkur móttøka, eins og var talan um eitt margstjørnað gistingarhús á landi. Loftini skrýdd og opið var heilt upp undir ovasta dekk.
Tað fyrsta ein legði til merkis var tann gamli stílurin, sum sermerkir skipið, og longu har vóru ábendingar um, at ferðafólkið, sum siglir við hesum skipinum ikki hevur aðrar trupulleikar við pengapunginum enn, at hann ikki fæst aftur fyri pengum!
Klassi, tænasta og aftur klassi!
Eftir eina lítla bíðiløtu vóru vit førd upp til skiparan, sum sat og bíðaði okkum í »Salon Lili Marleen«. Vit fóru upp einar trappur og trinu innar í nakað, sum eg fyrr bert hevði sett í samband við Titanic. Havi ongantíð verið vanur at ferðast við slíkum skipum, so tað er kanska orsøkin til samanlíkningina.
Líkamikið. Flott var tað, og ótrúliga tiltalandi. Skiparin beyð okkum sess og vit fingu góða sjampanju og pinnamat, áðrenn Jónsvein Lamhauge, havnafúti í Havn, Ingigerð á Trønni, leiðari á Kunningarstovuni og Johan Mortensen, umboðsmaður søgdu nøkur orð.
Skiparin hevði nokk at gera, og tískil hevði hann ikki stundir at koma við okkum runt skipið. Hann heitti tí á Johan Mortensen, um at vísa okkum skipið, og hann lat sær ikki siga tvær ferðir.
Í gamlari tíð
Sum skiparin segði okkum áðrenn vit fóru runt, so var talan um eitt skip, sum var bygt í stílin frá 20 árunum.
Alt sá út, sum hoyrdi tað til í eini tíð, sum er farin, men tað var ikki tí tað var slitið - minni enn so - tað var bara stílurin.
Stólarnir, barrirnar, hárfríðkanarstovan og gongirnar, alt bygdi á tann sama gamla snøgga og einastandandi vakra stílin.
Stílin, sum uttan iva fær miðaldrandi og eldri ferðandi at stórtrívast umborð.
Tí tað er einki at dylja yvir, at reiðaríið hevur tá skipið er bygt fyri einum góðum ári síðani lagt dent á, at hetta skipið skal brúkast til ríkfólk, sum hava ráð og hug at ferðast á henda hátt, tí tað er avgjørt ikki bíligt. Meir um tað seinni ...
At standa á pallinum og hyggja niðuryvir stólarøðirnar gav einum kensluna av at verða langt afturi í eini tíð, sum ikki er til longur. Stóra ljósakrúnan undir loftinum hongur sum ein hóttan fyri øll tey, sum sita beint undir, men hon ger ongum nakað.
Balkongirnar, sum fevna um pallin í erva, geva einum kensluna av at vera í einum operahúsi, ella onkrum líknandi.
? Tað má verða stuttligt at fáa loyvi til at framføra á hesum pallinum, hugsaði eg, men tankarnir fóru aftur til ferðafólki, og at tey uttan iva vóru betri nøgd starvsfólkið umborð, og spakuliga fór eg niður av aftur pallinum.
Svimjing, hár-
fríðkan og golf
Eftir at hava spákað innandura í eina løtu fóru vit út og upp á dekki ovast uppi. Hevði hoyrt um svimjihyl í erva og tá ongantíð havi sæð ein slíkan, gleddi eg meg. Á vegnum uppeftir hittu vit fleiri av teimum ferðandi, sum tóktust sera fyrikomandi og fryntlig. Smíl um varrarnar og eitt nykk við høvdinum tá vit fóru framvið.
Vit komu framvið eini hárfríðkanarstovu á vegnum upp á dekki, og har sótu nakrar dámur inni og fingu sett sær hári. Tað kann gera tað sama um tú ert úti og siglur. »Frisuran« skal ansast kortini.
Ikki øll ferðafólkini vóru farin í land. Onkur var eftir umborð, og fleiri teirra sótu og nýttu føroyska góðveðrið.
Trúgvi kortini neyvan at teimum dámdi hitan - ella mangulin upp á sama.
Fleiri teirra sótu í troyggju undir teppi og slappaðu av, og onkur teirra var enn tá í handskum! Tá eg segði teimum, at hetta var tað, sum nærkaðist okkara summari, fóru tey at flenna.
Vit komu til svimjihylin, men tá vit komu har, var tað ikki hann, eg fekk eyga á. Ovast uppi á takinum, beint
aftan fyri skorsteinin, stóð ein eldri maður - og spældiu golf - í einum búri, sum var okkurt um fýra ferðir seks metrar til støddar.
Júmen, hví ikki. Hetta er eitt skip fyri vælhavandi fólk, sum hava huga at gjalda eitt sindur meir enn tey flestu, og so skal tænastan eisini verða í topp, og tað er hon uttan iva.
Á vegnum niðuraftur løgdu vit leiðina framvið fimta dekki. Orsøkin var, at vit skuldu síggja hitarúmi, sum liggur soleiðis at stólarøðirnar venda aftureftir, og tey, sum sita í hitarúminum hava útsýni aftureftir. Eingin sat í hitarúminum meðan vit vóru umborð, men um so onkur hevði hug, so sá hann allan vegin út á Argir. Tað sama gjørdu tey, sum fóru sær ein túr á kondisúkklunum, ella á rennibreytini.
Rættuligur krúsari
Tað er einki yvir at dylja, at »Deutschland« er eitt rættiligt »krúsaraskip«. Eitt skip, sum er gjørt til at ferðast frá landi til land, samstundis sum ein hevur tað einastandandi hugnaligt umborð.
Góðu umstøðurnar til ferðafólk siga tað, og tænasturnar umborð krevja eisini eitt sindur av ferðafólkinum.
Tað er nú heldur ikki ókeypis at ferðast við skipinum.
Júst hesin túrurin, sum »Deutschland« var á nú varir í 12 dagar. Hann byrjaði í Kiel fyri átta døgum síðani og endar um fýra dagar í Bremen, og bíligastu ferðaseðlarnir kosta um 20 túsund krónur - fyri hvønn.
Men tað er lítið av miklum. Tí teir dýrastu kosta ímillum 60 og 70 túsund krónur fyri hvønn í 12 dagar. Tað svarar til um 5 - 6.000 krónur um dagin fyri tólv dagar.
Men tað eru treytirnar, og tað gjalda tey 420 ferðafólkini, sum eru við umborð. Men tænastan er sum sagt í hásæti, tí til tey 420 ferðandi eru umleið 270 starvsfólk umborð.
Gott samstarv
Múgvandi gestirnir, sum eru ferðafólki við týska skipinum, vóru, meðan vit vóru umborð, útferðir kring um á Streymoynni. Ferðamannastovan hjá Sigurdi Simonsen hevði skipað fyri bussferðum til áhugaverd støð, og Johan Mortensen, umboðsmaður, letur væl at hesum samstarvinum.
? Hetta samstarvið virkar einastandandi væl. Alt virkar sum tað skal, og tað koyrir sum eftir einum snóri. Tey møta til tíðina, og tað hevur ótrúliga stóran týdning fyri okkara umdømi í ferðavinnuhøpi, sigur Johan Mortensen.
Hann dylur ikki fyri, at tað frøir hann, at slík ferðafólk koma higar til lands, tí hesi hava ráð til at leggja eitt sindur eftir sær, tað stuttu tíð tey eru her.
Ferðafólkini høvdu eisini møguleika at fyrireika seg eitt sindur, áðrenn tey fóru í land, tí áðrenn skipið kom til Føroya, var skipað fyri fyrilestri um Føroyar og tey áhugaverdu støðini her.
Sum nevnt steðgaði skipið ikki so leingi við bryggju í Havn. »Deutschland« legði at bryggju klokkan 14.00 seinnapartin týsdagin og fór av aftur Havnini klokkan 19.30. Kósin var nú sett móti Kirkwall. Seinasti steðgurin skipið ger á hesum túrinum er í Edinbourg og tað verður í annaðkvøld. Tá farið verður úr
Skotlandi, verður kósin sett móti Bremen, og hesin túrurin er at enda komin.
Men tá byrjar næsti túrur. Hann umfatar kortini ikki Føroyar. Tá fer skipið til Belgia, Bretlands, Skotlands, Hetlands og Noregs, áðrenn farið verður aftur til Týsklands ...
MS »Deutschland«
Fakta um skipið
Eigari:Schiffartsgesellschaft MS
»Deutschland« GmbH & Co
Heimstaður:Neustadt in Holstein
Bygt::Á Howaldtswerke-Deutsche
Werft AG, í Kiel
Latið eigarunum í mei 1998
Reiðarí:Peter Deilmann Reederei
GmbH & Co, Neustadt in Holstein
Stødd:um 22.400 BRT
Longd:175 metrar
Breidd:23 metrar
Motorar:4 høvuðsmotprar
í alt 12.320 kW/16.750 PS
Klassi:Germanischer Lloyd
Hægsta ferð:21 míl
Kømur:292, við sjónvarp, video og
satelittsjónvarp á øllum kømrum
Ferðafólk: 520
Manning:280