Devon endurstovnaður til Classic Rock show

Rockbólkurin Devon verður endurreistur í samband við Classic rock Show, sum verður tann 3. mai.

Devon varð stovnaður av Petur Mohr Reinert í 1984/85. 
Upprunaliga var ætlanin bara at spæla nakrar sangir inn í LT studio í kjallaranum hjá Milson Zachariassen, men ætlanin varð broytt soleiðis at tað bleiv bólkurin Devon sum stóð á permuni og ikki bara Petur Mohr. 



Umframt at spæla bass, so hevur Petur Mohr Skriva øll løgini og allar tekstirnar á fyrsta bandinum "Náttarlív", sum kom út í 1985. Hann gjørdi eisini tað mesta av tilfarinum á fløguni "Umsíður" sum kom í 1991. Ronny Nielsen eigur ein sang og allir tónleikararnir eiga tað eina lagið "Íðandi", meðan Petur Mohr gjørdi tekstin. 


Heitið "Umsíður" kom mest av tí, at fløgan var klár at koma út í 1989, men av ymsum orsøkum kom stígur í. Hinvegin so var pláss fyri øllum sangunum á "Náttarlív" á teirri fløguni, so hon er faktiskt ein dupult fløga. 

Orsøkin til at allir sangirnir av "Náttarlív" komu við á "Umsíðir" var, at "Náttarlív" kom ongantíð út sum pláta, hóast tað alla tíðina var ætlanin. Tað verður fasta grundmanningin í Devon sum fer á pall leygarkvøldið 3. Mai í Dansifrøði. 


Ólavur Øster sum spældi guitar á báðum útgávunum fer at spæla guitar saman við Hjalta Joensen sum var við á Umsíðir. Hjalti kom longu við í Devon í 1986/87 tá Devon spældi nógv live kring landið. Ronny Nielsen sum bæði sang og spældi trummur á báðum útgávunum fer at syngja saman við Maluni Thomsen, sum eisini var við á báðum útgávunum. 


Hermund Jacobsen, sum eisini var við á bæði "Náttarlív" og "Umsíðir" fer at spæla trummur. Aftanfyri Hammond orglið og keyboards verður Jóhan Petur Andreasen sum eisini var við frá byrjan og spældi stórt sæð øll keyboardini á bæði "Náttarlív" og øll á "Umsíðir". 



Garvaðr legendur við:
Umframt upprunamanningina, so vera Kári Poulsen á keyboard og Hildibjartur Hansen á guitar eisini við. 


Spennandi verður at hoyra Devon aftur 3. mai ì Dansifrødi til Classic rock show, atgongumerkir kunnu keypast hjá Tutl Kunningarstovini og Ebillett.fo .