Deyðadómur

Meðan flestu borgarar í Føroyum hugnaðu sær, antin á ólavsøku í Havn, ella fylgdu við á okkara tjóðarhátíð í útvarpinum , var veruleikin ein annar fyri okkum sum liva av útróðri og fiskiskapi

Vit hava einki at hátíðarhalda.

Føroya løgmaður helt sum vant sína ólavsøkurøðu. Har stóð hann í sínum fínasta skrúð og í nøkrum fáum reglubrotum legði hann okkara høvuðsvinnu í oyði. Tilmælið frá sitandi samgongu er at minka fiskidagarnar við 50% fyri línuveiðuna og 20% fyri trolveiðuna. Veruleikin er tann at hetta inntriv tekur grundarlagið undan størsta partinum av flotanum.

Útróðrarflotin er longu skerdur við uml. 30% síðani fiskidagaskipanin kom í gildi. Hendan skerjing hevur tyngt um raksturin, tí eigararnir hava verið noyddir at keypa teir dagar íð resta í. Nýggja uppskotið hjá Torbjørn Jacobsen og samgonguni tekur fullkomiliga grundarlagið undan øllum útróðrarflotanum og helst undan línufiskiskapinum sum heild.

Løgmaður segði so elegant at um nøkur ár kunnu vit fiska 30.000 tons av toski. Eg vil gjarna hava at hann setur eitt áramál á nær hann væntar at hetta verður veruleiki. Royndirnar aðrastaðni vísa ikki hetta úrslit, um “vísindaliga “ ráðgevingin verður fylgd. Taka vit okkara nærmasta granna, Ìsland, sum dømi, so var toskaveiðan uml. 440.000 tons tá íð byrjað var at “stýra” veiðuni. Fyrsta stigið var økisfriðingar,dagar har einans var loyvt at fiska ávísan prosentpart av toski og síðani kvotur. Ùrslitið er at í dag er loyvd toskaveiða einans 130.000 tons.

Verður hetta úrslitið roknað um til føroysk viðurskifti verður toskaveiðan undir Føroyum uml.8000 tons um 25 ár. Hvat er so vunnið.

Tá avmarkingarnar vóru settar í gildi,í byrjanini av 80. árunum lovaði táverandi íslenski fiskimálaráðharri at í 1992, kundi íslenski flotin fiska í miðal 500.000 tons av toski um árið.

Føroya løgmaður sær út til at vera endaður í somu grøv

Tað hevur ligið í luftini at vit eru á veg inn í eina búskaparliga niðurgongd, men at verandi samgonga fór at lóggeva okkum inn í eina kreppu, droymdi sjálvt ikki tann mest svartskygdi um.

Løgmansrøðan innihelt fleiri vøkur lyfti um meiri játtanir til gransking, skúlar, tunnlar og annað. Hetta verður gjørt samstundis sum fíggjargrundarlagið hjá landskassanum verður minkað við 30-40%. Tað skal ein størri roknimeistara en tann vanliga føroyingin til at fáa tað at hanga saman.

Tað er sera hugstoytt at tað skuldi vera ein samgonga, skipað av “verkamanna og fiskimannaflokkunum” íð setti hesi øru tiltøk í verk.

Fráboðaðu inntrivini vátta tann illgruna vit longi hava havt, at landsins kosnu menn og kvinnur skilja ikki fiskidagaskipanina. Ein av grundarsteinunum í skipanini er at tað einasta sum kundi broyta talið av tillutaðum fiskidøgum var øking í veiðuorku. Upprunaliga var skipanin ein javnvág millum stongd gýtingarøkir, ymisk veiðuøkir fyri teir ymisku bólkarnar, økir stongd fyri trolveiðu, teyr ymisku skipabólkarnar og so fiskidagarnar. Hesa grundhugsan hava okkara politikarar kastað fyri bakka og úrslitið er tað at uppskotið í løgmansrøðuni fer at forkoma skipanini. Minnking í fiskidøgunum sær út til at vera ein heilivágur sum dugir til alt. Trupulleikin í skipanini er at stórar forskjótingar hava verið í bólkunum, hetta verður ikki rættað við at skera fiskidagarnar yvir ein kamb.

Áhugavert verður at síggja hvørjir peningastovnar verða áhugaðir í at fíggja keyp av døgum í eini vinnu sum kann vænta at verða skorin við tíggjutals prosentum á hvørjum ári og harafturat skal lata fiskiloyvini inn til landið í 2018. Eisini skal havast í huga at tey økir í landinum sum verða harðast rakt , hava ikki nakað at bjóða teimum íð verða arbeiðisleys tí arbeiðið minkar eisini í øðrum vinnum orsakað av vantandi fígging og niðurgongdini í samfelagnum annars. Sviðin kemur at kennast í kommunu og landskassanum um fiskimennirnir í Føroyum skulu gerast arbeiðisleyir eftir einari nótt av politiskum áðum.

Hesi árini síðani kreppan hasaði av hava alt fleiri røddir verið frammi um at okkara høvuðsvinna, fiskivinnan, forðar øðrum vinnum í at mennast. Skilji tað hvør íð kann. Hendan áskoðanin sær út til at hava vunnið frama á politiska pallinum. Nú hevur tað eydnast at høggja tað beinið av sum vit hava staðið á, uttan at nakað er komið í staðin fyri høvuðsvinnuna.

Samgongan hevur lóggivið Føroyar á knøini við hesum deyðadómi yvir føroysku fiskivinnuna.