Deyðadómurin avsagdur - men avrættingin útsett

Í politikki stinga ósemjur seg ofta upp, og tí er eisini mangan neyðugt við neyðsemjum, og alt gott um tað. Men við hvørt virka loysnirnar ella neyðsemjurnar ógvuliga løgnar

Løgtingsformaðurin hevur lagt uppskot fram um at avtaka fólksins fyrndargomlu umboðan á fyrndargamla Løgtingi okkara. Ein samtykt av hesum vil vera tað sama sum ein deyðadómur yvir nøkur demokratisk rættindi, sum allir partar av landinum hava. Í staðin skulu veljast nakrir persónar, sum vera settir upp á sentralgjørdar listar við upp til 41 nøvn á hvørjum lista. Hetta gevur onga trygd fyri, at allir partar av landinum fáa umboðan í lóggevandi tinginum.

Tá so nakrir tinglimir ganga ímóti hesum verður samgongan kallað saman um málið, og ósemjan er so mikið stór, at tað ljóðar, at kanska verður nýval útskrivað. Og nýval er nakað, sum menn ræðast sum nakað av tí versta, sum hendir halda meginparturin av tingmonnum. Við hvørt er tað tó tað besta. Í staðin semjast tingmenn, í øllum førum floksformenninir, um, at málið hjá tingformanninum ikki skal galda til fyrstkomandi løgtingsval, men kortini skulu vit samtykkja tað nú, og so lata tað galda næstu ferð løgtingsval verður. Tað vil siga, at fyrndargamla tingið skal kunna hava sína fólkaumboðan eina ferð afturat, og so er liðugt.

Hetta fær meg at hugsa um støðuna í teim londum, sum hava deyðarevsing. Til dømis onkur av statunum í USA. Tað hendir seg, at rætturin avsigur deyðadóm, men hesin verður ikki framdur beinanvegin. Bíðað verður til guvernørurin hevur viðgjørt málið, og um hann samtykkir, so fer avrættingin fram. Tann dømdi fær soleiðis eitt sindur longur tíð at liva. Avgerðin hjá samgonguformonnunum, um hon annars vinnur frama í Løgtinginum, ger, at sandoyggjafólk og suðuroyingar, vágafólk og kanska onnur fólk aðrastaðni frá fáa útsett freistina at missa sína umboðan á tingi. Men tann tíðin kemur so um fýra ár.

Men okkurt skal onkur hava afturfyri. Avgerð verður eisini tikin um, at tað valdømi, sum hevur størstu umboðanina, Suðurstreymoy, skal fáa eina umdømisvaldan afturat. Ein sera løgin avgerð. Um talið skal broytast til 33, hví so ikki hækkað talið av eykavaldum frá 5 til 6 í staðin. Suðurstreymoy hevur frammanundan 8 umboð, tað er nóg mikið. Tey skulu ikki veljast eftir fólkatali, men eru ríkiliga før fyri at føra fram sjónarmiðini hjá valdøminum. Hinvegin kundi økingin av teim eykavaldu hjálpt nakað upp á tann lutfallsliga munin av mandatum flokkanna millum.

Men sum sagt dómurin er avsagdur, hann fær gildið í næsta valskeiði.