Deyðarevsing og rættvísi einki við hvørt annað at gera

Fyrrverandi danski fólkatingslimurin og núverandi advokaturin Bjørn Elmquist metir ikki, at útsagnirnar hjá Kaj Leo Johannesen hanga saman, tá hesin sigur, at hann er ímóti deyðarevsing, men at rættvísi sigraði, tá Saddam Hussein varð dømdur í gálgan. Vit skulu ikki nýta somu metodur sum stýrið hjá Saddam Hussein, sigur Bjørn Elmquist. Heldur ikki Halgir Winther Poulsen metir, at deyðarevsing kann góðtakast

POLITIKKUR

 
 
Formaðurin í danska rættarpolitiska felagsskapinum og fyrrverandi radikali fólkatingslimurin, sakførarin Bjørn Elmquist, hevur í mong ár arbeitt við málum um mannarættindi. Sjálvur er hann avgjørt ímóti deyðarevsing, og metir at Saddam Hussein hevði rætt til eitt rættvíst rættarmál eins og øll onnur. Tí metir hann ikki, at tað hongur saman, tá Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, sigur seg vera ímóti deyðarevsing, men samstundis sigur, at rættvísi hevur sigrað.
Bjørn Elmquist metir, at av tí at Kaj Leo Johannesen er føroyskur tinglimur og Danmark og Føroyar hava felags uttanríkispolitikk, og hann metir tað vera skeivt, at tað verður revsað við deyðadómi, eins og tað varð gjørt undir stýrinum, sum nú er fallið í Irak, tí hvat er so vunnið, spyr hann.
 - Kaj Leo Johannesen hevur ikki brotið talufrælsið við at siga hetta. Men eg havi heldur ikki brotið talufrælsið við at siga, at hetta er býtt og stupid sagt av honum, sigur danski advokaturin um orðini hjá sambandsformanninum, at tað er ein sigur fyri rættvísi, at Saddam Hussein er hongdur.
- Hatta hongur ikki saman. Men tey einastu, sum kunnu revsa hann, er hansara egni flokkur og veljararnir, sigur Bjørn Elmquist.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Rættvísi at gera upp við tað farna
 
Heldur ikki føroyski advokurin Halgir Winther Poulsen, sum er kønur í mannarættindum, metir, at rættvísi framt í Irak.
- Sum gamal amnestymaður og eitt sindur mentað menniskja eri eg ímóti deyðarevsing, sigur Halgir Winther Poulsen.
Hann greiðir frá, at tað er trupult at allýsa rættvisi sum hugtak, men at hetta neyvan fæst við deyðarevsing. Hann vísir á, at deyðarevsingar fóru alment fram í Evropa fyri nøkrum øldum síðani, og at hetta varð gjørt til fragd og undirhald fyri almenningin. Vit eru tó komin víðari, og avrættingar verða heldur ikki vístar alment í USA í dag, hóast fleiri statir har enn loyva deyðarevsing, sigur advokaturin.
- Rættvísi er at gera upp við tað farna, sigur Halgir Winther Poulsen.
Hann vísir á, at tað neyvan er gott fyri fólk at vera stongd inni í eitt ávíst áramál, og at hetta neyvan er uppbyggjandi og ger tey til betri menniskju. Spurdur, um hetta hinvegin er eitt slag av hevnd frá samfelagnum, sigur hann, at hetta kann vera ein kombinatión av avbyrging, um fangin verður mettur vandamikil fyri samfelagið, og hevnd frá samfelagnum.
Men deyðarevsing eru vit komin burtur frá, metir Halgir Winther Poulsen.