Hetta er aðru ferð í ár, at ein amerikanskur dómari er komin til ta niðurstøðu, at deyðarevsing stríðir ímóti landsins grundlóg.
William Sessions, sum er dómari í statinum Vermont, segði í einum úrskurði týsdagin, at lógin frá 1994 um deyðarevsing er ikki í samsvari við amerikansku grundlógina, tí lógin tekur ávís grundlógartryggjaði rættindi frá teimum, sum verða ákærd fyri morð.
Úrskurðurin hjá William Sessions, dómara fær onga ávirkan á mannagongdina í teimum statunum í USA, sum loyva deyðarevsing, men úrskurðurin verður kortini mettur sum ein sigur hjá teimum felagsskapunum í USA, sum stríðast fyri at fáa deyðarevsing setta úr gildi.